Eysturoyartunnilin, sum verður liðugur í 2020, hevur elvt til ein nýggjan ferðslutrupulleika, sum ikki er tikin við í roknistykkið.
Og tað roknistykkið er, at ferðslan fer at økjast so nógv, at eini 2400 bilar fleiri fara at koyra til og úr Havnina um dagin, enn tað gera í dag. Og tann trupulleikin hevur politiski myndugleikin ikki fyrireikað seg til.
Men tað hevur Landsverk gjørt langt síðani og nú vísir Landsverk enn eina ferð á, hvat er tað besta at gera í hesum sambandi.
Landsverk sigur, at tað besta er at gera tunnil úr Gøtudali í Skálabotn og ein góðan veg uttan um bygt øki í Skálabotni í vegin, sum gongur út á Strendur.
Verður tað ikki gjørt, fara allir bilarnir, sum skulu til Havnar, koyra ígjøgnum Runavík og tað er væntandi, at 1840 bilar fleiri fara at koyra ígjøgnum Runavík um dagin, enn tað koyra nú.
Í dag er teinurin frá rundkoyringini í Gøtudali til tunnilsmunnan á Strondum umleið 23 kilometrar, men verður tunnil gjørdur úr Gøtudali til Skálabotn, og verður síðani ein vegur gjørdur uttan um Skálabotn í vegin út á Strendur, verður teinurin 17 kilometrar, og tá fer at bera til at koyra uttan um bygt øki allan vegin úr Gøtudali til Havnar. Harafturat slepst undan brekkununum báðumegin Gøtueiði.
Landsverk sigur, at hetta fer at kosta umleið 320 milliónir krónur, har av Gøtudalstunnilin, ið verður 3.200 metrar langur, kostar 250 milliónir.
Tá Eysturoyartunlinum varð fyrireikaður, varð arbeitt eftir tí, at ferðslan til og úr tunlinum skuldi vera eftir vestara armi á Skálafjørðinum. Tað er ein orsøk til, at tunnilsmunnin er fluttur av Toftavatni í Rókina, tí væntandi fóru bara bilarnir har um vegir at brúka tann tunnilsmunnan.
Annars heldur Landsverk, at tað er rætt at gera ein nýggjan, breiðan veg ímillum tunnilismunnan á Hvítanesi til Havnar. Tann vegurin er mettur at kosta 166 milliónir krónur, har Landið skal rinda 115 milliónir, Tórshavnar býráð 24 milliónir og felagið, sum ger tunnilin, skal rinda restina, sum er 27 milliónir.
Eitt sindur er sett av til endamálið, men Landsverk heldur, at ein hóskandi játtan hevði verið at sett góðar 50 milliónir av til vegin um árið í tvey ár









