Besta fløga í ár: Kaj Klein

Kaj Klein hevur givið út fløgu við føroyskum slagarum, sum hann hevur sett út av nýggjum. Úrslitið er einastandandi

Meinhard Jensen

Síðan Tutl góvust við plátuhandlinum, hevur saknur verið í einum handli við tónleikaligum gullgrevstri, far from the madding crowd. Men handlarnir, sum eru, hava altíð okkurt forvitnisligt. Tað var, meðan eg vitaði, hvat tey hava av etniskum tónleiki hjá HCW Tórgarð, at eg bara hálgvum gav mær far um tann góða tónleikin, tey høvdu frá. Eftir eini fimm løg, vaknaði eg úr svøvni. So gott føroyskt hevði eg ikki hoyrt leingi. Tey fortaldu mær, at tað var Kaj Klein, sum sang. Fløgan æt "Hálvt frá hálsi" og vísti seg at vera spildurnýggj.
Mangur tónleikaáhugaður í Føroyum man javnan spyrja, hvat gerast kann við tónleikastøðuna hjá Útvarpi Føroya og fjølmiðlum annars. Fløgan hjá Kaj Klein minnir okkum á, at í smala høvuðsrákinum rekast stórir sangir, tey bestu løgini, meistaraverkini í føroyskum tónleiki. Men tað er langt ímillum, at tað rínir við. Sangirnir hava brúk fyri nýggjum klangi, upptøkum, kenslum, tankum, upplivingum, søgum og øllum tí nýggja, sum kann bjarga einum sangi frá deyðanum.
Og tað hevur Kaj Klein gjørt. Ikki púra einsamallur, tí hann hevur fólk afturat sær, men tað er hansara fløga. Hann hevði tó ikki maktað uppgávuna uttan tónleikarar, sum vita, hvat teir gera. Tað gera hesir. Og teir svinga, og tað ljóðar væl. Ljóðblandið er lýtaleyst.
"Tú og eg á ástartingi," "Eg siti so eina," "Rasmus," "Eitt sunnukvøld í plantasjuni" og "Gullkálvavalsurin" eita sangirnir m.a.
Útsetingarnar eru í slekt. Okkurt er meira rokk, annað meira blues. Tónleikurin er eitt slag av norðurlendskum vísutónleiki. Ljóðførini eru trummur, bass, gittar og hammond umframt mandolin, saxofon og trompet á onkrum løgum, og so eru góðar bakgrundsrøddir.
Sangurin hjá Kaj Klein er skyldur við Leonard Cohen og Nick Cave og serliga Tom Waits. Tað er tó ikki herm og riggar væl. Tað kann vera freistandi at hugsa sær ein bodegadám í løgunum, men tað haldi eg ikki er rætt. Tað rætta er at síggja støðuna, sum sangurin lýsir. Tá kann sangurin fáa ein nýggjan høvuðspersón, sum vit ikki eru von við. Tað er ikki Kaj Klein sjálvur, haldi eg, men tann syngjandi menskan, sum "reið sær avstað til Texas bý." Hann er tann, sum "aftan fyri tey lá eitt sunnukvøld í plantasjuni." Sangirnir fáa spildurnýggjar dimensjónir, tí tað fjákuta kann gerast óhugnaligt, meðan tað lættsinta kann gerast sera álvarsamt.
Ironiin í "So langt eg kann minnast" fær eisini annað ljóð. Tað ljóðar ikki bara sum spei. Sangurin er um Satan, sum fór út úr hjartanum, tá Mammon flutti inn. Hann er ein parodi av einum sálmi, men tað er ikki gott at vita, hvør adressan er í dag. Hon kann vera tey, sum sungu hendan sangin fyri tretivu árum síðan. Hvussu er og ikki, so verður hesin sangurin, sum summi fara at leypa um, tí hann hevur ikki tann friðin yvir sær, sum hinir hava.
"Rasmus" er tað lagið, sum minst hendir við, meðan "Eg siti so eina" gerst ein heilt onnur søga. Hvussu er hesin endaður í Texas? Er hetta ein drápsvísa ella er longsulin púra reinur? Sama kann sigast um "Eitt sunnukvøld í plantasjuni." Hvat ger ein maður við sovorðnari rødd í plantasjuni sunnukvøld?
Ætlanin við fløguni man vera at gera góðar upptøkur av góðum sangum. Øll løgini eru landaplágur, og tað er eitt genialt konsept. Onki hevur so nógv brúk fyri einum avsmurningi sum ein landaplága. Og onki er so býtt sum at skriva egin løg, tá so nógv onnur løg hava so nógv betur uppiborið at verða spæld.
Tónleikararnir eru danir fyri tað mesta, eftir nøvnunum at døma. Tað er gott, tí at roknast kann við, at teir kenna ikki so væl upprunaupptøkurnar. Úrslitið er ein fløga, sum verður ring at taka.