Leiðarin fyri Sea Shepherd hevur eftir øllum at døma ásannað, at ein partur av føroyingum hava fullan og lógligan rætt at drepa grind.
Fyrr hevur Watson ført fram, at Føroyar eru partur av Danmark, og at føroyingar tí skulu akta ES-lóggávu, har dráp av hvali ikki er loyvt.
Nú tykist, sum hevur umhvørvisfantasturin góðtikið, at Føroyar ikki eru fevnd av hesi lóggávu, men hann vísir á, at fleiri føroyingar hava ES-pass.
- Hevur ein føroyingur valt at hava danska ES-passið, kann viðkomandi ikki eisini hava føroyska passið. Tey mugu tí roknast sum danskir statsborgarar, og hugsast kann tí, at tey skulu halda ES-lóggávu, skrivar Paul Watson.
Hann mælir tí til, at løgreglan – sum er danskt málsøki – kann passið hjá øllum teimum, sum eru í grind, og síðani ákærir tey við reyðum passi fyri brot á ES-lóggávuna.
Samstundis harmast Watson um, at danskir politikkarar eftr øllum at døma standa sum ein maður, tá teir verja rættin hjá føroyingum at veiða og eta grind.