Á politistøðunum í Runavík, Klaksvík og á Tvøroyri verður tó sagt frá, at tað liggur nokk so fitt av kava, men at tað ikki tykist sum um, at hetta hevur ávirkað ferðsluna stórvegis.
Politibilur rendi á
Á politistøðini í Runavík sigur vakthavandi, at har hevur hálkan ikki elvt til nakað ferðsluóhapp. Í gjárkvøldið bleiv ein hundur árendur á Strondum, og í morgun var eitt lítið ferðsluóhapp í túninum hjá løgregluni, tá ið ein av politibilunum rendi á ein parkeraðan bil hjá einum av starvsfólkunum á politistøðini. Skaðin var tó lítil og eingin, og hálkan var ikki orsøk til óhappið, sigur vakthavandi.
Í Klaksvík hevur eingin fráboðan um nakað ferðsluóhapp verið í dag, men í gjárkvøldið vóru tvey smærri óhapp, hóast nokk so fitt av kava liggur.
Eisini í Suðuroynni hevur verið ógvuliga friðarligt. Á politistøðini á Tvøroyri upplýsir vakthavandi, at telefonin hevur verið púra kúrr, og teir hava onga fráboðan fingið um nakað óhapp.