partafelagsnevndin. Her skal helst lógarsmíð til, og skal okkara sjónarmið koma fram seinni. JÚ, JÚ, gott at Sofus nevndi nevndir, sum lið í okkara demokratisku skipan. Her sær ikki ov gott út hjá okkum sjálvum
um, nú eisini skulu fevna um oljutilfeingið - uttan at almennu Føroyar hava nakað at siga! EFTIR okkara tykki er hetta málið so mikið álvarsligt , at vit uppá tað harðasta ávara móti eini gongd, har privatir [...] stýra útviklinginum. Tá verður kaos og anarki. Tað kunnu vit ikki bjóða hvørki okkum sjálvum ella okkara eftirkomarum. Og vit skulu tá heldur ikki rokna við at fáa stórt tal av oljufeløgum at gera íløgur
talan er jú um fólk, sum hava tikið onnur av døgum, og tí mugu tey gjalda við sínum egna lívi. Í okkara hugaheimi er hetta primitiv hugsan fyri ikki at siga hevndarhugur og einki annað. Endmálið við d [...] sum systemið ikki hevur pláss fyri. SJÁLVANDI skulu tey, ið fremja brotsverk bøta fyri hetta. Men okkara samfelag má seta til síðus resursir soleiðis at hesi fólk kunnu liva í fongslum ella á institutiónum
innan tey mongu økini, sum heilt náttúrliga hava tilknýti til okkara lítla samfelag og okkara umhvørvi, kann verða við til at menna okkara samfelag, eisini soleiðis, at vit kunnu koma burtur úr tí óhepnu [...] filosofi ol. hava alstóran týdning. EFTIR okkara tykki eigur granskingin eisini at verða løgd til rættis við eini komandi oljuvinnu fyri eygað. Hvussu sær okkara samfelag út undan oljuinnrásina og hvussu [...] er líkasum, at vit hava ikki havt traditión fyri gransking. Orsøkin til tess kann vera fjarstøða okkara, tað kann vera hetta, at vit hava ikki tað útbúgvingarumhvørvi, sum oftani er ein av fortreytunum
Hesi orðini hjá ribbaldinum í SvF seinastu vikurnar, Kára Cool, kunnu vit ikki annað enn taka til okkara. Orðini eru ikki tikin úr leysari luft, men eitt sindur av innliti í telduheimin krevst til tess [...] at skilja orðini. Kári Cool sipar til tøkniligu menningina, sum við rúkandi ferð gongur yvir høvdi okkara. Á føroyskum høvdu orðini ljóðað: »Vit hittast á heimasíðu míni!« - altso á Internetinum. Tað eru
at stuðla donskum vinnulívi, ikki minst í sambandi við eina komandi føroyska oljuvinnu. Men eftir okkara tykki er umráðandi ikki at lata danir sleppa at gera hetta til nakran kardinalspurning, tí vit vita [...] bæði kappingarførar og hava betri førleika, verða skúgvaðar til viks. Tað er tí ein stór uppgáva hjá okkara samráðingarfólkum ikki at leypa fram av. HIN spurningurin, sum møguliga kemur upp at venda undir
annað eru partur av stevnunum. Ein kann siga, at stevnurnar avdúka nógv av okkara identiteti - fyri ikki at tosa um tjóðarhátíð okkara ólavsøkuna, sum er høvuðsstevnan. EISINI fjølmiðlarnir eiga sín lut í stevnunum [...] líkasum loysa upp fyri øllum teimum virðum, tí styrki, tí samanhaldi og tí fjølbroytni, sum er í okkara lítla samfelag. Onkur heldur, at her er bara talan um drykkjuskap og ólevnað. Ein skal vara seg við
verður gjørt nóg nógv við upplýsingina, sum í kjakinum um rúsdrekkalógina í 1992 var sera nógv frammi. Okkara tilmæli til landsstýrismannin er, at hann skal hyggja upp á skipanina við skeinkiloyvum - lata fleiri
var í Tartu í fjørsummar, og tá vunnu okkara 2-0 á einum skerdum estlendskum liði. Men føroyska liðið var heldur ikki fullmannað tann dagin, og við forminum, sum okkara fótbóltsútisetar tykjast vera í í løtuni [...] liðið hjá hvørki HB ella B36 verður at síggja í Gundadali undir tjóðarhátíð okkara. VIT á Sosialinum fara sum vant at gera okkara ítarsta til eftir førimuni at fylgja við fótbóltinum, sum er tann ítróttargreinin [...] FØROYA fremsta umboð í altjóða ítrótti ? okkara fótbóltslandslið ? skal í komandi viku aftur í eldin. Dysturin móti Estlandi í Talinn verður fyrsti týðandi dystur hjá landsliðnum síðani frálíka góða avrikið
tingi til at átaka sær hesa stóru uppgávu kunnu vit bert vóna, at hann verður førur fyri at verja søk okkara men samtíðis eisini vera við til at skapa góð viðurskifti millum báðar ríkispartarnar. ÁHUGAVERT [...] danir er óvist, men helst fer tað ikki at vera so primert mál á hesum sinni. EITT mál, sum eftir okkara tykki hevur eins stóran fyri ikki at siga størri týdning enn bankaendurgjald er marknatrætan við