– Øll kenna tað tað gamla fiffið við at hyggja út ígjgønum vindeygað, um sjóverkur kennist. Her áttu vit at lagt afturat, at tað ikki er vist, at tað er galdandi, um tú ert í tyrlu í Norðuratlantshavi [...] pari skuldi finna avmarkingarnar fyri, nær tað er trygt at lenda á donsku sjóverjuskipunum av Thetis-slagnum. Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja upptøkurnar.
Julian Olsen staðfestir, at hann og liðfelagarnir eru ikki sáttir við javnleikin. Hann heldur, at teir gjørdu ov nógv býtt mistøk, og tað kostaði sigurin. Julian Olsen heldur, at tað vóru sveiggj í hjá báðum [...] góðar og minni góðar løtur í dystinum. Julian Olsen heldur tó, at teir í VÍF hava ein góðan møguleika at røkka FM-finaluni, og tað fara teir at arbeiða fyri.
er, at Belli fyri trimum árum síðani gjørdist sjúkur, og sjálvur sigur hann, at hann ikki rættiliga kemur aftur fyri seg, og at orka ikki er til at halda fram. Við Ekstrablaðið sigur Peter Belli, at hann [...] hann metir tað vera best at gevast, meðan leikur enn er góður. 73 ára gamli Peter Belli hevur síðani sekstiárini verið á ferð á donsku pallunum, og í Føroyum hevur hann eisini vitjað.
Hann legði afturat, at kanska var betur hóskandi at keypt eitt veitingarskip, tá ið vit skulu hava avloysara fyri eitt bjargingarskip. Kári P. Højgaard helt tað vera undarligt, at man ikki hevur hugt eftir [...] landsstýrismaður, segði seg kenna til, at veitingarskip kunnu fáast fyri ein bíligan penga, men hansara ráðgeving er komin langt ávegis við fyrireikingunum til at byggja nýtt havrannsóknarskip. -Tað verður [...] skipum til sølu, sum fleri norskir firðir eru nærum fullir av. -So høvdu við 160 milljónum fingið høvi at innrætta starvsstovu og annað eftir okkara egna høvdi, helt tingmaðurin.
Zachariasen, borgarstjóri, sigur, at talan verður um busskoyring, har tað verður ókeypis at koyra. Men sjálvsagt er koyringin ikki ókeypis, og kommunan hevur samtykt at seta 700.000 krónur av til endamálið [...] Nú fáa eisini tey í Sundalagnum eina bussleið, sum fer at knýta bygdirnar saman. Kommunustýrið í Sunda Kommunu hevur nevniliga samtykt at fara undir regluliga og skipaða busskoyring ímillum tær 11 bygdirnar [...] teir koyra, og hvørjar bygdir fáa eina tilkalliskipan, har bussurin bara koyrir, tá ið fólk ringja at biðja um fart.
Torginum í SMS í kvøld, Har fara tey at greiða frá, hvørjum tey fara at arbeiða fyri, verða tey vald týskvøldið. Spenningurin er stórur um, hvør tað verður sum fer at manna býráðið í Havn komandi fýra árini [...] Kanska er atað ikki so undarligt, at tað mest eru tilkomin fólk, sum bjóða seg fram at stýra Tórshaavnar kommunu, men hóast so er, so eru tað eisini fleiri ung, sum vilja sleppa framat. Hesi ungu, sum [...] árini og sleppur onkur azv teimum yngru framat. Í kvøld verður høvi at hoyra teirra sjónarmið á Torginum í SMS.
amerikanska fólkinum at fremja rættvísi í atkvøðurúmunum 8. november, sigur hann sambært útlendskum miðlum, á einum veljarafundi í Detroit. Hansara hugsan er, at tað er vónleyst at hugsa sær, at FBI hevur gjø [...] Í gjár kunngjørdi FBI, at eingin ákæra verður reist móti Hillary Clinton eftir at tey hava verið ígjøgnum hennara privatu teldupostar fyri aðru ferð. Men Donald Trump vil ikki sleppa ákærunum móti mót
Tað er ikki bert í Føroyum, at fiskimenn eru óttafullir fyri broytingum og niðurskurðum. ES hevði ætlanir um at skerja fiskiskapin eftir toski í vestara parti av Eystrasalti við 88% og við 39% í eystara [...] var, at ES kommissiónin broytti niðurskurðin. Endaliga úrslitið gjørdist 56% í vestara parti og 25% í eystara parti. Formaðurin í danska fiskimannafelagnum, Svend-Erik Andersen, er bangin fyri at nógvir [...] bátar, ið liva av fiskiskapi í Eystrasalti. ES kommissiónin fremur átøk fyri at verja toskastovnin, ið vísur tekin uppá at verða sera illa fyri.
finst tó ikki at Rooney, men heldur tí enska fótbóltssambandinum. Fólk hjá enska fótbóltssambandinum vóru til staðar í brúdleypinum, og í dag skrivar Sky Sports, at Mourinho er vónbrotin av, at fólkini hjá [...] hjá FA ikki fingu vart fyri, at tørnið hjá Rooney gjørdist alment. Manchester United spælir leygardagin á heimavølli ímóti Arsenal, og tá væntast Wayne Rooney at avloysa Zlatan Ibrahimovic, sum er leikbannaður [...] Wayne Rooney er komin í ensku miðlarnar eftir at hann sunnumorgunin var í brúdleypi á einum hotelli, og sum myndir á forsíðuni hjá The Sun avdúka, so var hann týðiliga ávirkaður. Venjarin hjá Wayne Rooney
Nú skal lestarastuðulin broytast so, at millum annað stakir uppihaldarar fáa fyrimun. Uppskotið um at hækka studningin til lesandi á hægri lestri, studningur til einsamallar uppihaldarar 12. mánaðin og [...] morgin. Lógarbroytingin merkir, at studningurin verður veittur teimum, sum eru farin undir hægri lesnað, á 4.315 krónur. 3.815 krónur fáa tey, sum kunnu prógva egnan bústað ella at tey eru forsyrgjarar. Áður [...] Áður hevur tað verið so, at lesandi fáa studning 11 mánaðir um árið. Men eftir nýggju lógini verður hetta broytt so, at stakir uppihaldarar fáa studning 12 mánaðir um árið.