Tey ungu vilja framat

Tey ungu vaalevnini til býráðsvalið týsdagin í næstu viku, kunnu hoyrast á Torginum í SMS í kvøld

Kanska er atað ikki so undarligt, at tað mest eru tilkomin fólk, sum bjóða seg fram at stýra Tórshaavnar kommunu, men hóast so er, so eru tað eisini fleiri ung, sum vilja sleppa framat.

 

Hesi ungu, sum stilla upp fyri teir fimm flokkarnar, sita við eitt pallborð á Torginum í SMS í kvøld, Har fara tey at greiða frá, hvørjum tey fara at arbeiða fyri, verða tey vald týskvøldið.

 

Spenningurin er stórur um, hvør tað verður sum fer at manna býráðið í Havn komandi fýra árini og sleppur onkur azv teimum yngru framat.

 

Í kvøld verður høvi at hoyra teirra sjónarmið á Torginum í SMS.