ES lækkar toskakvotu

Tað er ikki bert í Føroyum, at fiskimenn eru óttafullir fyri broytingum og niðurskurðum.

 

ES hevði ætlanir um at skerja fiskiskapin eftir toski í vestara parti av Eystrasalti við 88% og við 39% í eystara partinum. Danmark og Týskland settu fram eitt harligt mótmæli og endin var, at ES kommissiónin broytti niðurskurðin. Endaliga úrslitið gjørdist 56% í vestara parti og 25% í eystara parti.

 

Formaðurin í danska fiskimannafelagnum, Svend-Erik Andersen, er bangin fyri at nógvir danskir fiskimenn fara á húsagang av niðurskurðinum. Tað eru uml. 400 bátar, ið liva av fiskiskapi í Eystrasalti.

 

ES kommissiónin fremur átøk fyri at verja toskastovnin, ið vísur tekin uppá at verða sera illa fyri.