Wayne Rooney er komin í ensku miðlarnar eftir at hann sunnumorgunin var í brúdleypi á einum hotelli, og sum myndir á forsíðuni hjá The Sun avdúka, so var hann týðiliga ávirkaður.
Venjarin hjá Wayne Rooney í Manchester United, José Mourinho, er í øðini um hendingina. Hann finst tó ikki at Rooney, men heldur tí enska fótbóltssambandinum.
Fólk hjá enska fótbóltssambandinum vóru til staðar í brúdleypinum, og í dag skrivar Sky Sports, at Mourinho er vónbrotin av, at fólkini hjá FA ikki fingu vart fyri, at tørnið hjá Rooney gjørdist alment.
Manchester United spælir leygardagin á heimavølli ímóti Arsenal, og tá væntast Wayne Rooney at avloysa Zlatan Ibrahimovic, sum er leikbannaður.