Nú skal lestarastuðulin broytast so, at millum annað stakir uppihaldarar fáa fyrimun.
Uppskotið um at hækka studningin til lesandi á hægri lestri, studningur til einsamallar uppihaldarar 12. mánaðin og hækking av barnastudningin er á skránni fyri triðju og seinastu ferð í morgin.
Lógarbroytingin merkir, at studningurin verður veittur teimum, sum eru farin undir hægri lesnað, á 4.315 krónur.
3.815 krónur fáa tey, sum kunnu prógva egnan bústað ella at tey eru forsyrgjarar.
Áður hevur tað verið so, at lesandi fáa studning 11 mánaðir um árið. Men eftir nýggju lógini verður hetta broytt so, at stakir uppihaldarar fáa studning 12 mánaðir um árið.










