Danski sangarin, ið er ein ímynd av donskum popp- og rocktónleiki, Peter Belli, orkar ikki longur.
Hann ger nú klárt til síðstu konsertferðina, og í november kemur útgávan Som Boblerne i Bækken, ið væntandi verður hansara síðsta.
Orsøkin er, at Belli fyri trimum árum síðani gjørdist sjúkur, og sjálvur sigur hann, at hann ikki rættiliga kemur aftur fyri seg, og at orka ikki er til at halda fram. Við Ekstrablaðið sigur Peter Belli, at hann metir tað vera best at gevast, meðan leikur enn er góður.
73 ára gamli Peter Belli hevur síðani sekstiárini verið á ferð á donsku pallunum, og í Føroyum hevur hann eisini vitjað.









