Fáa nú ókeypis busskoyring í Sundalagnum

Tær nógvu bygdirnar skulu nú knýtast saman

Nú fáa eisini tey í Sundalagnum eina bussleið, sum fer at knýta bygdirnar saman.

 

Kommunustýrið í Sunda Kommunu hevur nevniliga samtykt at fara undir regluliga og skipaða busskoyring ímillum tær 11 bygdirnar í kommununi.

 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sigur, at talan verður um busskoyring, har tað verður ókeypis at koyra. Men sjálvsagt er koyringin ikki ókeypis, og kommunan hevur samtykt at seta 700.000 krónur av til endamálið á fíggjarætlanini fyri næsta ár.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr borgarstjóran greiða frá, hvussu bussarnir koyra, nær teir koyra, hvussu ofta teir koyra, og hvørjar bygdir fáa eina tilkalliskipan, har bussurin bara koyrir, tá ið fólk ringja at biðja um fart.