eftir seinni í vikuni at spæla móti Skála. Orsøkin til, at lagið er gott, er tann, at úrslitini eru vorðin nógv betri, síðani teir skiftu venjara. Tað gjørdu teir dagin eftir, at Start hevði spælt á S [...] Kristiansand er lagið so mikið gott nú, at teir siga seg ikki ivast í, at teir kunnu fara at verða við í kappingini um heiðursmerkini. Nú royna teir í Start at savna hugsanirnar um retur uppgerðina móti [...] eftir uppgerðina móti Rosenborg. Harvið sipaði hann eisini til, at fyrrverjandi venjarin tuskaði spælararnar so til, at teir ikki megnaðu at finna neyðugu orkuna, tá ið teir spældu dystir. Sammett við tá
"Monsters Inc.", ið høvdu so góðar søgur, at hyggjarin gloymdi, at hetta var ein filmur. Eg haldi ikki, at søgan í Den grimme ælling og mig er so original. Filmur er verdur at hyggja eftir, men endar tó við for [...] dunnugarði, har sær hann, at eitt egg er við at klekjast. Úr egginum kemur ein ljótur dunnuungi. Hann heldur at Rotto er mamma hansara og hesin sera ljóti dunnuungin, kallaður Grimme, rópar "Moooar!". Rotto sær [...] sær møguleikan, at hann kann brúka dunnuungan til at forvinna pening. Saman fara teir so út í heimin, har Rotto hevur dreymar um eitt gjøgnumbrot. Úti í verðini bíða tó glúpsk rovdjór. Her bíðar hjartasorgin
kom tað meira av tilvild, at Olav og Tommy settu sær fyri júst at rógva til Føroya. Tveir mans róðu fram við norsku strondini og so segði Olav í ovfarakæti, at teir ætlaðu at rógva nógv longri og so kom [...] styttsta leið og valdu teir tí at koma inn á Porkeri og hugsingur var ikki um at rógva t.d. stutta teinin inn á Vág ístaðin, so illa á holdum sum teir vóru. Ætlanin var í fjør at fáa ólavsøkuna við, men tað [...] fyri landnámið, vitjaði hann aftur í Porkeri. Hann er komin fyri at hitta fólk, síggja staðið og taka myndir, tí tað er rætt og slætt so, at hann minnist ikki so nógv frá kvøldinum í fjør, tá teir náddu land
ríkisfelagsskapin og um tað, at ein føroyingur varð vístur fram á einum donskum kvøldi í Berlin. Teitur metti, at her var talan um, at ríkisfelagsskapurin var grundgevingin, soleiðis, at danskur tónleikur eisini [...] tað var eitt sindur annarleiðis at spæla fyri áskoðarum, ið ikki eru tínir egnu, greiddi Teitur frá. Verturin rósti Teituri fyri, at hann hevði verið so óávirkaður av, at ein partur av áskoðarunum, hevði [...] The Union. Prátaði verturin á P3 við Teitur um leyst og fæst. Teitur lat rættiliga væl at konsertini, men viðgekk, at tað sjálvandi var eitt sindur eyka trýst, tí konsertin varð tikin upp til bæði útvarp
ilt at meta um møguleikarnar fyri at fáa stig. Eg eri tó vísur í, at Føroyar fara at fáa onkur stig, sigur Henrik Larsen, fyrrverandi landsliðsvenjari. - Um ikki annað, so hava vit altíð Skotland at taka [...] , og eftir at hava verið hjálparvenjari í nógv ár, er tað nú hann, sum hevur endaliga orðið at siga, tá ið tað ræður um úttøku, uppstillingar og taktikk. Jógvan Martin hevur arbeitt við at broyta spælistílin [...] nýggir og yngri spælarar kjansin frá byrjan. Sannlíkt er, at Janus Joensen skal spæla vinstri bakkur, at Kári Nielsen verður við á miðvøllinum, og at Símun Samuelsen, sum hevur staðið seg framúr væl í Íslandi
sambandi. Biðið hevur verið um at fáa gjørt rundkoyring í Sandavági. Men tað varð avvíst við teirri grundgeving, at ov lítið pláss var har, hendan varð umbiðin. Eisini er skotið upp at gera oyggjar á vegin við [...] ferðast á økinum, verður sagt. Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, sigur, at Sandavágs Kommuna í fleiri ár hevur roynt at fingið loyst hendan trupulleikan í samstarvi við bæði Landsverkfrøðingin og [...] forskotnum gonguteigum. Slíkar sum eru at síggja á R.C. Effersøesgøtu og á Vestara Ringvegi í Havn. Men heldur ikki tað er vorðið til nakað. Víst er regluliga til, at skúlin liggur á Giljanesi, og har ferðast
hevur stríðst fyri.« Í sínari grundgeving fyri at útnevna Reyni Service til vinnara av kappingini hjá Vinnuhúsinum, segði nevndin at hon aftur í ár legði dent á at Ársins Virki skal hava givið gott fíggjar-ligt [...] Eitt er at umboða eitt gott bilmerki sum Toyota; nakað heilt annað er at byggja upp eina vælvirkandi sølu- og tænastufyritøku kring hetta í Føroyum. Høvuðs boðskapurin á vinnudegnum 2004 tann 1. oktober [...] oktober, tá Reyni Service varð kosið Ársins Virki, snúði seg um at tað at veita kundanum eina framúr góða tænastu, hevur givið góð úrslit fyri virkið. »Jú tað betýðir avgjørt nakað,« segði stjórin á fyritøkuni
føroyingar at tikið meira ítøkilig stig til at víst hesum ummælara og øðrum dønum eitt sindur meira av føroyskum skaldskapi, t.d. við at skapt betri treytir fyri tey, sum hava hug og hegni at umseta føroyskar [...] eneste tempelsøjler vi ejer på Færøerne". Orðalagið í heitinum er so eyðkent, at tað næstan ikki er neyðugt at siga ókunnugum frá, at Jóanes Nielsen er høvundurin til hesa skaldsøguna. Hvussu nógv tað sigur [...] ar fram úr kjallaranum og sett tær fram í handlinum, soleiðis at vitanar- og undirhaldshungrandi viðskiftafólk høvdu ein livandi kjans at bera allar tær innbundnu síðurnar, sum frá í dag kunnu ognast fyri
vilja tey út at spæla til dans, og gerast ein virkin dansibólkur. Tey royna, at leggja seg eftir at spæla løg, sum ikki allir aðrir bólkar spæla. Tó verða tað eisini vælkendir klassikkarir at hoyra. Stílurin [...] egnu løgum, og vóna tey verða væl móttikin. Tey vóna sjálvandi eisini, at boð verða eftir teimum, at spæla, og á tel 251361 fæst meira at vita. [...] aldarmóti, Anno og Jonhild og Áraløg hjá Martin Joensen. Hinir hava allir tað til felags, at teir hava verið við til at stovna egnan bólk. Kári tók stig til AV&Á, sum spældi egnan tónleik. Teir góvu eina LP
báðir at syngja seg víðari í kappingini. Men tað verður so sanniliga ein fjøllbroytt finala: Stílurin hjá teimum eru øgiliga ymiskir. Kári undirhelt í stórum stíli og dugdi væl at fáa áhoyrarnar at kenna [...] kláraði væl at fáa sín boðskap fram í meldiøsu sangunum hjá honum. Jóannes Lamhauge sang meira bleytt og inniligt. Tað var rørandi at hoyra hann syngja leygarkvøldið. Tað var týðu-ligt, at tað búði nakað [...] hildu so nógv um teirra framførslu, at teir báðir tveir sleppa at vera við finaluni. Útlendskir dómarar Nakað heilt serligt við innleiðandi umfarinum leygarkvøldið var, at dómarar vóru úr øðrum londum enn