Júst eitt ár síðani vandaferð

30. juli kom Olav Gundersen úr Noreg aftur á bryggjuna í Porkeri. Henda dagin vár júst eitt ár síðani at hann og ein vinmaður illa á holdum komnir vunnu upp land í Porkeri í árabáti, sum teir høvdu róð úr Noreg til Føroya

Tað var bert við hjálp frá báti úr Porkeri, at Olav Gundersen og Tommy Skeide fyri júst einum ári síðani vunnu upp land í Porkeri. Tann 30. juli í 2005 komu teir í land, men sera illa á holdum komnir, eftir ferð úr Noreg í árabátinum Barbara í 22 og eitt hálvt samdøgur, harav 4 dagar í Hetlandi.
Porkeri var styttsta leið og valdu teir tí at koma inn á Porkeri og hugsingur var ikki um at rógva t.d. stutta teinin inn á Vág ístaðin, so illa á holdum sum teir vóru.
Ætlanin var í fjør at fáa ólavsøkuna við, men tað eydnaðist ikki.
Men í ár hevur Olav Gundersen upplivað ólavsøkuna, og eitt ára dagin fyri landnámið, vitjaði hann aftur í Porkeri.
Hann er komin fyri at hitta fólk, síggja staðið og taka myndir, tí tað er rætt og slætt so, at hann minnist ikki so nógv frá kvøldinum í fjør, tá teir náddu land í Porkeri.
- Vit høvdu nógvar kenslur og hugsaðu okkum fagnaðarróp og gleði, tá vit náddu land, men orka var als ikki til hetta, sigur Olav Gundersen í dag.
Teir báðir fóru tá beina leið til Havnar og komu í fylgi við ein lækna, sum helt teir vera eina søgu verda, at teir vunnu upp land, tá teir vóru so illa fyri.
- Eg minnist ikki so nógv av tí, ið fór fram, men eg havi tíbetur tikið myndir og sjónband, ið hevur bøtt eitt sindur um, sigur Olav, sum nú fegnast um at vitja aftur og hitta tey fólk, sum tóku sær av teimum, og hann fegnaðist um at fáa tikið nakrar góðar myndir í Porkeri í góðveðrinum í sunnudagin.
Um orsøkina til ferðina í fjør sigur Olav, at hann fyri 4 árum síðani vitjaði í Føroyum heilt ófyrireikaður, tá ein tíðindamaður knappliga beyð honum við. Olav gjørdist sera hugtikin av mentanini.
- Tit hava varðveitt norðurlendsku mentanina so nógv betri, enn vit. T.d. málið og rógving í árabátum, sigur ein hugtikin Olav Gundersen.
Í Noreg kom tað meira av tilvild, at Olav og Tommy settu sær fyri júst at rógva til Føroya. Tveir mans róðu fram við norsku strondini og so segði Olav í ovfarakæti, at teir ætlaðu at rógva nógv longri og so kom ferðin til Føroya í lag.
Báturin Barbara hevur verið sýndur fram í Noreg, men hevur fingið navnið Faroe Far.

Bók og filmur
Ein orsøk til, at Olav nú vitjar aftur er eisni, at hann savnar tilfar til eina bók um ferðina og møguliga verður eisini ein filmur gjørdur, sum kanska skal vísast í NRK.
Bókina gevur sama forlag út, sum hevur givið bók hjá Duritu Holm út.
Bygarráði í Porkeri skipaði sunnudagin fyri móttøku, har Olav Gundersen og tey fólk, ið hjálptu honum fyri ári síðani, fingu ein bita. Síðani fekk Olav Gundersen eisini gávu, eina troyggju, handaða.