Í gjárkvøldið spældi størsta danska útvarpsrásin P3 alla konsertina, ið Teitur og bólkur hansara hevði spælt á Popkomm fyrr um kvøldið. Konsertin var fyrsta konsertin á kvøldinum kl. 20 lokala tíð.
Tá hon varð send rundan um kl. 23 føroyska tíð, varð hon avbrotin av langari samrøðu við føroyska sangaran. Eftir løgini Waiting for Mars To Come Out og Workers Of The Union. Prátaði verturin á P3 við Teitur um leyst og fæst. Teitur lat rættiliga væl at konsertini, men viðgekk, at tað sjálvandi var eitt sindur eyka trýst, tí konsertin varð tikin upp til bæði útvarp og sjónvarp, og skuldi sendast bæði í Danmark og Týsklandi.
- Eg komi beint av eini konsertferð, har bara vit hava spælt, so tað var eitt sindur annarleiðis at spæla fyri áskoðarum, ið ikki eru tínir egnu, greiddi Teitur frá.
Verturin rósti Teituri fyri, at hann hevði verið so óávirkaður av, at ein partur av áskoðarunum, hevði tosað rættiliga harðmælt meðan hann spældi. Men hetta helt Teitur ikki vera nakran veruligan trupulleika.
- Nøkur vóru so ung, fólk hava ymisk motiv tá tey fara á konsert, og eg vænti at hesi fólkini høvdu tað stuttligt á ein annan hátt, tað er veruliga ikki nakað, sum eg taki illa upp. Fyri okkum skal tað bara rigga á pallinum millum tónleikararnar, so skulu fólk nokk geva tí gætur.
Prátið nam eisini við ríkisfelagsskapin og um tað, at ein føroyingur varð vístur fram á einum donskum kvøldi í Berlin. Teitur metti, at her var talan um, at ríkisfelagsskapurin var grundgevingin, soleiðis, at danskur tónleikur eisini var tónleikur úr Føroyum og Grønlandi. Men hann vísti á, at Føroyar eru eitt heilt annað land enn Danmark og at hann kendi seg ikki sum dana. T.d. fylgir hann ikki longur væl við hvat hendi í Danmark, nú hann var fluttur til London, men samstundis fylgir hann væl við øllum, ið fyriferst í Føroyum.
Teitur greiddi somuleiðis frá, at hann helt hesa luttøkuna á Popkomm vera sera týdningarmikla, tí nýggja fløgan júst var komin út í Týsklandi, og hann segði somuleiðis, at fleiri plátufeløg og onnur fólk úr ídnaðinum høvdu sett seg í samband við hann eftir konsertina, eisini fólk úr øðrum londum enn Týsklandi, so eisini á tann hátt hevði kvøldið spælt væl av.
Síðan varð restin av konsertini spæld, her vóru eins og áðrenn prátið mest talan um løg av Stay Under The Stars, løg sum Dont want you to wake up, All my mistakes have become masterpieces, I Run The Carrousell, Hitchiker og Louis Louis, ið hann endaði konsertina við, men eisini eitt eldri lag var á skránni, vakra lagið Josephine.
Týska útvarpsstøðin Radio Fritz, sum er ein útvarpsstøð, ið sendur sendingar til tey ungu í Berlin og Brandenburg, sendi konsertina beinleiðis. Til bar eisini at fylgja við á heimasíðuni hjá Radio Fritz, men her var áhugin somikið stórur servarin ikki megnaði at fylgja við.