NOREG
Tað er gott fótbóltslag í Kristiansand, har teir nú bíða eftir seinni í vikuni at spæla móti Skála.
Orsøkin til, at lagið er gott, er tann, at úrslitini eru vorðin nógv betri, síðani teir skiftu venjara. Tað gjørdu teir dagin eftir, at Start hevði spælt á Svangaskarði móti Skála.
Síðani Tom Nordlie varð uppsagdur, hevur Start spælt tveir dystir, og teir hava vunnið báðu ferðirnar. Hóskvøldið vunnu teir á heimavølli í áttandapartsfinaluni í steypakappingini 3-1 móti Brann úr Bergen.
Sunnukvøldið høvdu teir í landskappingini vitjan av sigursvanda Rosenborg, og teir úr Tróndheimi vórðu sendir til hús aftur við 2-1 tapi. Hetta var fyrsta ferðin í tíggju mánaðir, at Rosenborg tapti á útivølli.
Í Start ivast teir ikki í, hvør høvuðsorsøkin er til, at úrslitini nú eru væl betri, enn tey vóru undir gamla venjaranum:
- Vit venja minni nú, enn vit gjørdu. Tað ber við sær, at vit hava størri yvirskot, tá ið tað veruliga ræður um, og tað hava vit fingið gagn burturúr bæði hóskvøldið í steypadystinum og aftur í landskappingardystinum í kvøld, segði ein av Start spælarunum, Stefan Bärlin, eftir uppgerðina móti Rosenborg. Harvið sipaði hann eisini til, at fyrrverjandi venjarin tuskaði spælararnar so til, at teir ikki megnaðu at finna neyðugu orkuna, tá ið teir spældu dystir.
Sammett við tá ið Start spældi móti Skála, var tað eitt nú í sambandi við fyrra Start málið øðrvísi uppspæl. Svenski Stefan Bärlin fekk í ferðini bóltin fyri føturnar, og so varð hann leysur, tá ið hann skoraði. Hetta var fyrsta málið hjá honum í landskappingini í ár. Hetta slagið av uppspæli var tað, sum Start í fjør vann silvurkrónurnar uppá. Higartil í ár hevur eingin dynamikkur verið í uppspælinum. Tað sást væl, tá ið Start spældi móti Skála.
David fyri Toda
Hóskvøldið var Todi Jónsson ikki millum teir fyrstu ellivu á Start liðnum. David Nielsen, sum á Svangaskarði loysti Toda av, var miðframherji. Hann skoraði eitt mál í 3-1 sigrinum á Brann.
Sunnukvøldið var Todi aftur á beinkinum, og David var aftur miðframherji. Aftur hesa ferð loysti Todi David Nielsen av. Hesa ferð vóru átjan minuttir eftir, tá ið føroyski spælarin kom á vølllin í Kristiansand, har tað vóru knappliga tíggju túsund áskoðarar.
Sigurin á Rosenborg ber við sær, at Start flutti av niðurflytingarplássinum, sum teir í fleiri vikur hava verið á. Nú er munurin frá Start og fram til Rosenborg, sum er á bronsuplássinum, bara seks stig. Í Kristiansand er lagið so mikið gott nú, at teir siga seg ikki ivast í, at teir kunnu fara at verða við í kappingini um heiðursmerkini.
Nú royna teir í Start at savna hugsanirnar um retur uppgerðina móti Skála. Tann dysturin verður í Kristiansand hósdagin. Start hevur frá útidystinum móti Skála 1-0 leiðslu, áðrenn teir fara undir heimadystin.
Skála ferðalagið fer úr Føroyum seinnapartin týsdagin, og um alt viðvíkjandi ferðini fer at ganga, sum roknað verður við, so verður Skála ferðalagið aftur í Føroyum seinnapartin ólavsøkuaftan.