Dansur í Vági.

Hetta er tíðin, tá jólaborðhaldini eru í hæddini. Fólk skemta sær saman og ofta endar kvøldið við dansi.
Fleiri jólaborðhald verða í Vági nú um vikuskiftið, og hevur VB gjørt av at skipa fyri dansi. So kunnu øll mett og væl sett, dansa seg móð og troytt. Síðani kunnu tey hvør í sínum lagi bjóða jólunum vælkomnum.

Dansur verður leygarkvøldið í VB húsinum. Bólkurin sum spælir eitur Í-CAST og hevur heimstað í Sundalagnum.

 
Dansur verður leygarkvøldið í VB húsinum. Bólkurin sum  spælir  eitur Í-CAST og hevur heimstað í Sundalagnum. Hóast tað ikki hevur verið nógv at hoyrt um henda bólk, hevur hann verið til í tvey ár. Í fyrstani var nakað av útskifting og umskipan í bólkinum, men í meiri enn eitt ár hevur manningin í Í-CAST verið henda: Kristleyg Hansen sang, Anki Nielson tangentar og sang, Árni Joensen guitar og sang, Kári Andreassen guitar og sang, Poul Eli í Homrun bass og sang og Kristjan Geyti Johansen trummur. Saman kalla tey seg Í-CAST, men hvør sær hava tey eisini roynt eitt sindur av hvørjum innan tónleikin. Kristleyg, sum er høvuðssangari, hevur royndir sum kórsangari, var við í Jósef og dreymakotinum, umframt at hon í ár gjørdist nummar tvey í ársins songrødd. Anki var við í bólkinum Basement, og er lærari í musikkskúlanum. Árni hevur verið virkin í fleiri Suðuroyarbólkum, og umframt tað, hevur hann verið við á fleiri fløguútgávum, bæði sum tónleikari og upptøkumaður. Nevnast kunnu Ung um aldarmóti, Anno og Jonhild og Áraløg hjá Martin Joensen. Hinir hava allir tað til felags, at teir hava verið við til at stovna egnan bólk. Kári tók stig til AV&Á, sum spældi egnan tónleik. Teir góvu eina LP út, og skipaðu fyri  útgávuni Jacta est alia, har teir bjóðaðu Tinganest og øðrum bólkum við. Poul Eli stovnaði saman við øðrum í Kollafirði Kjølar, sum var ein vælumtóktur bólkur. Teir luttóku í PRIX FØROYAR og góvu eina fløgu út. Tá var Poul Eli givin at spæla við teimum, men nú trínur hann aftur á pallin við Í-CAST. Kristjan stovnaði Black Panthers, sum longi var ein sera vælumtóktur dansibólkur, og hann var einasti limur í bólkinum, sum spældi við øll árini. Eisini spældi hann í AV&Á og teirra plátu, eins og hann saman við Black Panthers luttók  við tveimum løgum á Jacta est alia.
 
Framtíðin.
 
Alt hetta er lagt aftur um bak, og tey fara nú at leggja orku og royndir í sín nýggja bólk, Í-CAST. Higartil hava tey luttikið á tveimum tiltøkum, í Kollafirði og á Oyrabakka. Hetta vóru smáar konsertir, so tey valdu bert at spæla egin løg. Tey hava, síðani tey byrjaðu at spæla saman, alla tíðina arbeitt við teirra egna tónleiki, samstundis sum tey hava fyrireikað seg at spæla til dans. Tað er sera spennandi halda tey, og vilja fegin gera meira við tað. Men í fyrsta umfari vilja tey út at spæla til dans, og gerast ein virkin dansibólkur. Tey royna, at leggja seg eftir at spæla løg, sum ikki allir aðrir bólkar spæla. Tó verða tað eisini vælkendir klassikkarir at hoyra. Stílurin er frá country, country rock til rock av tí melidiøsa slagnum. Inn ímillum sníkja tey so onkur av sínum egnu løgum, og vóna tey verða væl móttikin.
Tey vóna sjálvandi eisini, at boð verða eftir teimum, at spæla, og á tel 251361 fæst meira at vita.