Koyra skjótt í Sandavági

Borgarar í Sandavági kæra um ferðsluna, sum fer eftir landsvegnum gjøgnum bygdina. Bilarnir koyra ov skjótt, sigur borgari í Sandavági á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Ferðslan í Vágum gongur ov skjótt gjøgnum bygdirnar, siga borgarar, sum búgva við landsvegin. Nógv er tosað um málið, men einki ítøkiligt gjørt, siga bæði kommunalu- og landsmyndugleikarnir.
Á heimasíðuni hjá Ráðnum Fryi Feðrslutrygd boðar ein borgari í Sandavági frá, at ferðslan gjøgnum bygdina gongur ov skjótt. Bilar, sum koma úr óbygdum øki inn á bygt øki, seta ikki ferðina niður, meðan koyrt verður gjøgnum bygdina. Tað er til ampa fyri tey, sum búgva fram við vegnum, eins og fyri eitt nú skúlabørnini, sum dagliga ferðast á økinum, verður sagt.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, sigur, at Sandavágs Kommuna í fleiri ár hevur roynt at fingið loyst hendan trupulleikan í samstarvi við bæði Landsverkfrøðingin og Landsferðslunevndina. Men hóast nógv er tosað, er einki hent. Tað váttar Landsverkfrøðingsstovnurin eisini.
Rósa Samuelsen sigur, at málið er reist fyri Landsverkførðinginum í august 2001, og hóast bæði Sandavágs Kommuna og Felagskommunan í Vágum, umframt einstakar borgarar, hava strongt á, er einki hent.
Sandavágs Kommuna kann ikki av sínum eintingum gera nakað við málið, tí talan er um landsveg, sum Landsverkfrøðingurin varðar av.
Ymisk uppskot hava verið uppi í hesum sambandi. Biðið hevur verið um at fáa gjørt rundkoyring í Sandavági. Men tað varð avvíst við teirri grundgeving, at ov lítið pláss var har, hendan varð umbiðin. Eisini er skotið upp at gera oyggjar á vegin við forskotnum gonguteigum. Slíkar sum eru at síggja á R.C. Effersøesgøtu og á Vestara Ringvegi í Havn. Men heldur ikki tað er vorðið til nakað.
Víst er regluliga til, at skúlin liggur á Giljanesi, og har ferðast børnini til og frá eftir hesum høvuðsvegnum, har ferðmarkið er 80 km/t. Skotið er upp, at hetta markið verður lækkað. Men einki er hent.
Sama lagið er innan fyri Giljanes, har miðvágsbørnini ferðast eftir sama vegi og undir somu umstøðum.
Síðan Vágatunnilin lat upp fyri einum góðum ári síðan, er ferðslan gjøgnum bygdirnar økt heilt øgiligt. Tó eru tær hasarderaðu støðurnar, ið fyrr av og á vóru, tá fólk skuldi skunda sær til ella frá ferjuni, ikki meira. Og gott er tað, siga bæði borgarstjórin og tey hjá Landsverkfrøðinginum.
Ferðslan glíður nú betri og er spjadd javnari yvir alt samdøgurðið. Men bilarnir koyra kortini av og á í skjótara lagi, og tað er til ampa fyri tey, sum búgva við vegin.
Finnleif Durhuus á Landsverkfrøðingsstovninum váttar, at samband hevur verið við Sandavágs Kommunu um ferðsluna gjøgnum bygdina. Hann váttar eisini, at einki ítøkiligt úrlsit er komið burturúr, hóast fleiri uppskot hava verið til viðgerðar.
Hann vísir á, at eina tíð stóðu sonevndu ferðgáarnir uppi í Vágum, og tá vístu kanningarnar heilt týðuliga, at bilarnir minkaðu um ferðina, tá teir komu framvið hesum lýsandi talvunum. Men sum fráleið, eftir at ferðgáarnir vórðu fluttir aðrastaðni, vaks ferðin aftur.
Alt ítøkiligt er bundið av játtanini til stovnin, sigur Finnleif Durhuus og leggur afturat, at trupulleikin í Sandavági er ein generellur trupulleiki, sum er galdandi um alt landið.