Eitt er at umboða eitt gott bilmerki sum Toyota; nakað heilt annað er at byggja upp eina vælvirkandi sølu- og tænastufyritøku kring hetta í Føroyum. Høvuðs boðskapurin á vinnudegnum 2004 tann 1. oktober, tá Reyni Service varð kosið Ársins Virki, snúði seg um at tað at veita kundanum eina framúr góða tænastu, hevur givið góð úrslit fyri virkið.
»Jú tað betýðir avgjørt nakað,« segði stjórin á fyritøkuni, Eivind av Reyni, tá vit hittu hann á máli aftan á útnevningina. »Hetta er jú ein viðurkenning av einum drúgvum og miðvísum arbeiði vit hava gjørt her í fyritøkuni, ella ein virðismeting av tí man hevur stríðst fyri.«
Í sínari grundgeving fyri at útnevna Reyni Service til vinnara av kappingini hjá Vinnuhúsinum, segði nevndin at hon aftur í ár legði dent á at Ársins Virki skal hava givið gott fíggjar-ligt úrslit - vera sterkt og støðugt. Men samanborið við undanfarin ár so er valið í ár ikki fallið á eitt virki sum so ella so er knýtt at fiskivinnu ella útflutningi; talan er um eitt innflutnings virki ið vendir sær móti tí føroyska brúkara marknaðinum, sum selir eina vøru men sum harafturat hevur lagt seg eftir at geva kundunum eina góða tænastu, alt við einum góðum úrsliti.
Men hvat er tað í veru-leikanum Reyni Service hevur stríðst so nógv fyri?
»At leypandi uppdatera fyritøkuna,« svaraði Eivind av Reyni. »Tað er hetta at reguliga tosa saman og taka viðkomandi spurningar upp, so sum hvat kunnu vit gera betri? Tað kann til dømis vera tænastan móti kundunum men tað kann eisini vera karmarnir um arbeiðsplássið. Hetta er nakað vit hava arbeitt inn miðvíst, líka síðani byrjan fyrst í 1970unum.«
Tað snýr seg altso um arbeiðsplássið, tænastuna móti kundunum og tað fíggjarliga úrslitið. Men tað snýr seg eisini um virðisøking, herundir seks mánaða garanti fyri brúktar bilar.
»Tit kunnu siga at tað at veita kundanum eina góða tænastu er ein sjálvfylgja,« varð víðari sagt í grundgevingunum fyri heiðranini av Reyni Service. »Men her heima er hetta tíverri ikki altíð so. Í mun til nógvar aðrar fyritøkur hevur Reyni Service valt at raðfesta hesa sjálvfylgju á hægsta stigi. Og tað hevur givið úrslitið. Tí hóast kundarnir vita at Reyni Service ikki altíð liggur lægst tá tað kemur til sjálvan prísin fyri bilin, ja so koma kundarnir kortini til hetta virkið, aftur og aftur. Og tað er sjálvandi tí at vøran er so nógv annað enn bara bilurin. Tænasturnar kundin fær runt um sjálva vøruna telja sera nógv - og tað hevur Reyni Service skilt. Ársins Virki selir ikki bara ein bil, men eitt tænastukonsept og virkið er í hesum ein fyrimynd á tí økinum.«
Hjá Reyni Service starvast ídag 50 starvsfólk. Felagið hevði í fjør eitt ognaravkast upp á 12 prosent, eitt eginpeningsavkast upp á 17 prosent. Eginpeningurin var upp á knapt 33 milliónir krónur og felagið hevði ein soliditet upp á 70 prosent.