Leygardagin fór ein maður við báti av Klaksvík. Hann var ávirkaður av rúsdrekka. Tíbetur lá Brimil á fjørðinum, so gummibáturin hjá Brimli fór eftir manninum, sum verður ákærdur fyri brot á sjólógina. [...] ferðsluóhapp hava verið í Eysturoynni fríggjadagin. Ein rúsdrekkakoyrari varð tikin á Eiði leygardagin og eisin var eitt sindur av húsaófriði. Ein fráboðan var á politistøðini í Runavík um harðskap. Tað var [...] í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hann hevur verið hjá lækna, har hann hevur fingið staðfest skaðar, og kanningar fara nú fram í hesum málinum, sum helst verður tikið sum eitt harðskapsmál.
tunnilsmunnan. Tað er mánamorgun, og bara gott og væl eitt samdøgur síðan hann, gentan hjá honum og ein vinmaður lógu fastspent í bilinum við høvdinum niðureftir, og takkaðu fyri, at tey vóru á lívi. Tey [...] Jan fær loyst sítt trygdarbelti, og sleppur út gjøgnum fremra síðurút høgrumegin. Jógvan fær togað nakkastúttuna út setrinum og fær síðan smoygt sær afturum og hann og Maria sleppa út gjøgnum síðurútin [...] durvað, og vaknaði ikki fyrr enn bilurin var komin út í vegjaðaran. Áðrenn eg fekk reagerað fór hann uppá bilverjuna, atuovernið, og bóltaði síðan runt í lagdini omanfyri vegin. Alt gekk so skjótt, og áðrenn
Eitt spæl fyri øll Men bridge má fyrst og fremst metast sum eitt frítíðarítriv til at hugna um tey myrku vetrarkvøldini. Øll kunnu spæla bridge. Ung, gomul, kvinnur og menn kunnu øll dystast á jøvnum føti [...] Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla sum frítíðarvirksemi. Frálæra og spæl fyri nýbyrjarar verður í Bridgehúsinum í Gundadali, gamla HB húsinum, hvørt mánakvøld í vetur millum klokkan 19 og 22. Lærari í vetur [...] Føroyar vóru fyri fyrstu ferð til EM í summar, og ætlanin er at halda fram við luttøku í altjóða kappingum, sum eru bæði fyri menn (opið rað), kvinnur, unglingar og veteranar. Bridge er eisini um at verða viðurkent
gera eins og kinesiska stjórnin, vit lata bara vera at geva loyvi til, at borgarar eru samkyndir. Av tí at vit klára at standa ímóti, og ikki geva samkyndum í paralagi loyvi at arva hvørt annað, og ikki geva [...] ætt og vinir her. Fólk við góðum útbúgvingum, sum vit hava brúk fyri. Men tey, sum líða mest undir okkara politisku angist fyri samkyndum kærleika, eru tey, sum enn ikki eru farin av landinum. Ung fólk [...] hoyrt, at tað er somuleiðis Gudi ein andstyggiligheit at maður hevur tvær ymsar avgrøðir á somu mark. Og at kona gongur í klæðum úr tvinnum sløgum av tilfari, er eisini Gudi ein andstyggiligheit. Men tað
til børn og ung, betri sjúkrahústilboð, betri viðgerðartilboð, ansingarpláss og røktarheimspláss. Tvs. tey siðbundnu virðini undir vælferðarstatinum. Tað kann virka eitt sindur vanabundið og fantasileyst [...] borgarligur politikkur. Føroyingar eins væl og nógvar aðrar tjóðir hava so sanniliga nógv at læra av tí svenska modellinum og rákinum har, sum so týðuliga og klárt byggir mangarð um vælferðarstatin. [...] svenska fólkið, og teir hava vitað, at varð farið undir at niðurbyggja vælferðarstatin fóru at ganga ártíggju at venda rákinum aftur. Tað svenska fólkið, sum væl at merkja, livir í heimsins besta og tryggasta
seyma út røsk og glað løtt sum ein fjøður vit sakna teg nógv eru so góðar við teg men enn ert tú hjá okkum vit bæði syngja, dansa, seyma og eru útistrok við og vit vita tú hevur tað gott, og uttan iva morar [...] floytan, útvarp og sjónvarp har frá haaaaaallloooooooo tað var ei óljóð, men góð ljóð inni hjá ommu Idu við babba oman til dunnurnar síðani bestu pannukakurnar, saltastu frikkadellurnar og søtastu bollarnir [...] kreativ og kvik oman í býin, út á kirkjugarð, norður til Vestmanna, út á hav heim til ketturnar eitt satt útistrok lívsorkuni bilaði onki við/uttan sigarettum, krabbameini, forstørrilsisglasi og hoyriapparati
hevur á livandi og løttum máli skrivað áhugaverdar, skemtiligar og spennandi søgur, sum børn og ung taka til sín. ?Argjafrensar ? og ?Útiløgukattar? lýsa á sera fløvandi, skemtiligan og sannførandi hátt [...] hátt barna- og ungdómsár rihøvundans. ?Hini útvaldi? og ?Geislasteinar? føra okkum inn í ein spennandi, hendingaríkan og hugtakandi ævintýrheim. Sólrún Michelsen hevur við bókum sínum sýnt, at hon spennir [...] spennir víða, hevur hugflog og fjølbroyttar gávur. Soleiðis ljóðaði tað í grundgevingini hjá dómsnevndini at lata Sólrún Michelsen barnabókavirðisløn Tórshavnar býrað. ?Eg eri glað fyri at kunna geva aftur,
til hús, og ongin leggur tað til merkis. Onkuntíð koyrir løgreglan sjálv tey ungu til hús, og tá eru foreldur ofta ill og vilja líka so væl sum løgreglan hava at vita, hvaðani tey fáa rúsdrekka, men tað [...] ógjørlig uppgáva hjá tveimum monnum at fara og rudda upp har. Og at fara at pilka nøkur burtur úr, tað er ikki rættvíst. Vit taka sjálvandi tey ringastu burtur úr og koyra tey til hús, sigur vakthavandi á [...] Lognbrá. Men tá tey eru ov ung til at fara í Barok ella Klubban, tá eru tey eisini ov ung at drekka. Lógin sigur, at fólk undir 18 hava ikki loyvi at so mikið sum hava rúsdrekka uppi á sær, so sigast má
systkjum og foreldrum. - Fleiri gentur hava sjeikar, sum eru 18 ella eldri enn tað, og tað er so ongin trupulleiki at fáa hann at keypa fyri seg, um tað skal vera, sigur ein av næmingunum og leggur afturat [...] Dansistaðið fyri ung undir 18 ár, Lognbrá, er nú latið uppaftur, og diskotek er á skránni so gott sum hvørt vikuskifti. Tá ein gongur framvið Lognbrá eitt fríggjakvøld síggjast nógv ung fólk. Tey flestu [...] er eisini stuttligt, tá ein ikki er edrúur. Og tað eru altíð summi, sum ikki duga og enda so við at detta av ella tað, sum verri er, tað kemur øði í tey, og so verður bardagi. Men tað er ikki so nógv av
gomul. Hon og maðurin, Erik Eliasen eiga tvey børn. 15 ára gamla Andreas og 12 ára gomlu Janu Mariu. Tey ganga bæði í skúla á oynni. - Tá eg flutti til oynna vóru tað fýra menn og eg á Syðradali. Og tríggir [...] Syðradali, og tí vita tær, hvat tað er. ? Eg havi so ongantíð hoyrt nakað ilt talað um, at handan skipanin er. Og tað er bara gott, sigur Paulina, sum ikki vil siga nakað um skúlamálið á Trøllanesi og Mikladali [...] við øllum hinum støðuna ímillum Mikladal og Trøllanes. Fá ítriv Hóast tað altíð er nógv at gera á eini smábygd, so eru ikki nógv frítíðarítriv fyri børn og ung. So tey noyðast til Klaksvíkar, um tey vilja