HEIÐURSLØN
?Sólrún Michelsen hevur á livandi og løttum máli skrivað áhugaverdar, skemtiligar og spennandi søgur, sum børn og ung taka til sín. ?Argjafrensar ? og ?Útiløgukattar? lýsa á sera fløvandi, skemtiligan og sannførandi hátt barna- og ungdómsár rihøvundans.
?Hini útvaldi? og ?Geislasteinar? føra okkum inn í ein spennandi, hendingaríkan og hugtakandi ævintýrheim.
Sólrún Michelsen hevur við bókum sínum sýnt, at hon spennir víða, hevur hugflog og fjølbroyttar gávur.
Soleiðis ljóðaði tað í grundgevingini hjá dómsnevndini at lata Sólrún Michelsen barnabókavirðisløn Tórshavnar býrað.
?Eg eri glað fyri at kunna geva aftur, sigur Sólrún Michelsen.
Í sínari takkarrøðu segði Sólrún m.a., at hon var sera fegin um at hava fingið heiðurin. Hon nevndi, at hon altíð hevði glað fyri at lesa og bøkur sum heild. Hon helt, at hóast børn høvdu nógv onnur tilboð, so vóru framvegis góðar vónir, tí nógvum børnum dámar væl at lesa.
Sjálv hevur hon altíð hildið, at tað er sera spennandi at skriva fyri. Tú mást líkasum skriva í fleir løgum, segði hon.
?Børn eru eisini teir mest erligu lesararnir, sigur Sólrún Michelsen.
Hon leðgi harafturat dent á, at tað hevur stóran týdning, at lisið verður fyri børnum.
Tað var kanska eitt sindur seint, at Sólrún byrjaði at skriva, men síðani hon byrjaði, hevur hon ikki steðga áaftur.