Klaksvík:
Seinasta vikuskiftið var Barna Prix í KÍ høllini og løgreglan koyrdi framvið høllini við jøvnum millumbilum.
Vakthavandi sigur, at tað stóðu eini hundrað uttanfyri og meginparturin hevði øl í hondini.
- Tað er ein ógjørlig uppgáva hjá tveimum monnum at fara og rudda upp har. Og at fara at pilka nøkur burtur úr, tað er ikki rættvíst. Vit taka sjálvandi tey ringastu burtur úr og koyra tey til hús, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík.
Vakthavandi heldur fram, at tað sær út sum størsti parturin av teimum ungu, sum eru úti og savnast í Lognbrá eitt vikuskiftiskvøld, eru rúsaði.
- Tað, sum gongur fyri seg har, er í stuttum tað, at tey, sum eru ov ung til at fara inn í Barok ella Klubban, savnast í Lognbrá. Men tá tey eru ov ung til at fara í Barok ella Klubban, tá eru tey eisini ov ung at drekka.
Lógin sigur, at fólk undir 18 hava ikki loyvi at so mikið sum hava rúsdrekka uppi á sær, so sigast má, at lógin verður brotin væl og virðiliga hvørt vikuskiftið.
Men tað er, sum sagt, ein stórur partur av teimum ungu, sum ganga í Lognbrá, sum eru rúsaði, sambært løgregluni, so tað letur seg illa gera at steðga rúsdrekkanýtsluni millum ung.
- Vit hava fleiri ferðir spurt ung, sum vit hava eitt nú koyrt til hús um næturnar, hvaðani tey fáa rúsdrekka, men tey vilja onki siga. Tey siga bert, at tey kenna ikki viðkomandi, vita hvørki navn ella bústað. Vit gita okkum til, at tey ungu sláa seg saman og biðja so onkran vaksnan keypa fyri seg. Og kanska viðkomandi, sum keypir fær ein part av tí eisini. Og tey ungu vilja ikki siga, hvør tað er, tí so kemur viðkomandi í trupulleikar, greiðir vakthavandi frá.
Tey ungu, sum ganga í Lognbrá eru í aldrinum 13 til 17 ár og løgreglan sigur, at tað letur til, at eisini tey um 13 ára aldur er rúsaði.
- Og tey kunna so ikki verða straffaði, tí tey eru undir 15 ár, men tey koyra vit til hús, sigur vakthavandi.
Friðarligari nú
Vakthavandi sigur, at tað er munandi friðarligari í býnum um vikuskiftini nú, síðani diskotekið byrjaði aftur í Lognbrá.
Meðan Lognbrá var stongt, plagdi allur ungdómurin at savnast á økinum frá Føroya Banka og heim til parkeringsøkið undir Christianskirkjuni. Og tey drukku líka illa tá og savnaðust har, tí onki annað stað var hjá teimum at fara í.
- Tað var mangan, at tað bleiv ringt frá Barok, tí tað var ófriður uttanfyri. Og tá vit so komu á staðið, vóru tað ikki gestir hjá Barok, men onkrir unglingar, sum vóru farnir til hendurs. Síðani Lognbrá lat uppaftur, hava vit ongantíð verið har uppi, tí tað hevur verið rok ella bardagi.
Spurdur um, hvat kann verða gjørt fyri at minka um rúsdrekkanýtsluna hjá teimum ungu og í summum førum hjá børnunum, sigur vakthavandi, at tað er torført at siga, tí tey eru so mong, og tey halda saman.
- Eg haldi tó, at foreldrini eiga sín part av skuldini her. Tí tað kann ikki vera rætt, at ein 13 ára gamal unglingi kemur fullur til hús, og ongin leggur tað til merkis.
Onkuntíð koyrir løgreglan sjálv tey ungu til hús, og tá eru foreldur ofta ill og vilja líka so væl sum løgreglan hava at vita, hvaðani tey fáa rúsdrekka, men tað siga tey ungu ikki.
- Vit koyra framvið Lognbrá fleiri ferðir, tá dansur er. Og er onkur, sum er avdottin, so koyra vit viðkomandi heim, og annars halda vit eyga við staðnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík at enda.