Enn eitt brot á sjólógina

Leygardagin fór ein maður við báti av Klaksvík. Hann var ávirkaður av rúsdrekka. Tíbetur lá Brimil á fjørðinum, so gummibáturin hjá Brimli fór eftir manninum, sum verður ákærdur fyri brot á sjólógina.
Annars hevur verið stak friðarligt um alt landið um vikuskiftið.
Nøkur smá ferðsluóhapp hava verið í Eysturoynni fríggjadagin. Ein rúsdrekkakoyrari varð tikin á Eiði leygardagin og eisin var eitt sindur av húsaófriði.
Ein fráboðan var á politistøðini í Runavík um harðskap. Tað var ein maður, sum var sligin í andlitið til dansin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hann hevur verið hjá lækna, har hann hevur fingið staðfest skaðar, og kanningar fara nú fram í hesum málinum, sum helst verður tikið sum eitt harðskapsmál.