okkum føroyingar sum heild. Vit vita jú ikki, um nøkur olja finst, men tað er so tað, ið vit skulu til at finna út av. Og tað skal ikki vera nakað dulsmál, at eg síggi fegin, at vit finna olju og gass við Føroyar [...] tengd at, hvussu vit fara at arbeiða á oljuøkinum í næstu framtíð. Tá vit spyrja Eyðun Elttør, hvørjar tankar og vissiónir hann hevur á oljuøkinum vil hann vera eitt sindur varin. -Lat meg nú fyrst sleppa [...] Elttør fer at kunna seg við, eru ætlaninar um eina komandi útbjóðing. Hann vil ikki lova nakað men heldur tað er týdningarmikið at vit fylgja teimum tíðarætlanum, sum longu eru settar út í kortið, har hetta
tveimum børnunum, ið eru fýra og seks ára gomul. At fáa endarnar at røkka saman hjá einum støkum uppihaldara kann mangan vera ein avbjóðing, men Baldur heldur ikki, at hann og børnini eru verri fyri enn aðrar [...] um er: - Eg haldi, at tað eru summi, ið traðka fram í fjølmiðlunum og vilja hava onnur at taka synd í sær. Eg kann bara siga, at eg veit um fleiri barnafamiljur, har tað eru tvær inntøkur, og har tey veruliga [...] aðrar familjur: - Vit líða absolut onga neyð. Eg haldi, at tað snýr seg í stóran mun um raðfesting, og soleiðis er tað vælsaktans hjá øllum familjum, greiðir Baldur frá, sum er íslendingur, men hevur búð
Løgmaður sigur, at skulu vit samstarva við hesi londini mugu vit eisini skilja og góðtaka teirra verð. Tað kann ikki vera okkara uppgáva at reformera teirra verð, nú vit eru farin inn í tað allar heilagsta [...] her fáa vit so ein samsanstoyt millum tvær mentanir, tí man hevur ikki givið sær fær um, hvat hetta kundi útloysa. Dropin Løgmaður ivast í um tað eru tekningarnar, sum eru orsøkin til tað, sum nú hendir [...] ikki at farið í blaðið? -Vit minnast hvussu vit vórðu forfylgt orsakað av grindadrápinum. Føroyingar skiltu als ikki, at nakar skuldi hava ilt av tí, tí tað var nakað, sum vit høvdu gjørt í øldir. Men
avgjørt ikki talan um kapping um kvinnurnar. Tí tiltøkini bæði eru so ymisk. Kvinna bjóðar til eina stóra ráðstevnu, sum varir ein heilan dag. Og vit at bjóða til eitt kjakkvøld. So um kvinnur vilja, so kunnu [...] merki í, at ein av størstu trupulleikum í Føroyum í dag er tann, at vit mangla kvinnur í landspolitikki. Hetta er avgjørt nakað, ið vit eiga at kjakast um ein dag sum kvinnudagin, sigur Birta Biskopstø at [...] tiltak sum hetta. -Hetta er nakað heilt annað enn ein vanligt kvinnudagshald. Hetta er ein ráðstevna. Og nú havi eg sjálv verið á ymsum ráðstevnum, og tá hevur prísurin ofta ligið hægri enn hetta. Ein skal jú
føroyingar aldrin skuldu verið farnir til Danmarkar at samráðast. ? Við at vit fóru niður, var rolludeilingin fastløgd, og vit blivu alt fyri eitt the underdog, og tað kemur eisini týðuliga fram í filminum [...] at filmurin gevur eitt reelt bílæt av, hvat fór fram undir samráðingunum, men eg vænti, at tey, sum eru uttanfyristandandi kunnu hava torført við at finna ein reyðan tráð, tí samráðingarnar vóru so frag [...] Helena Dam á Neystabø ikki luttikið í politikki. Spurd, um filmurin fekk nakrar kenslur fram í henni, nú hon ikki longur er í politikki, svarar Helena, at tað er dupult. ? Eg haldi filmurin lýsir væl, hvussu
-Tað, sum vit hava sagt, er, at vit skulu gera okkum dugnaligari, har vit í dag gera arbeiði dupult. Vit mugu hækka tænastustøðið. Fólk uppliva tað almenna sum ov tungt, og tað meini eg skulu vit arbeiða [...] ikki rætt til eina hægri løn, nú tað eru betri tíðir? -Tað er rætt, men tað snýr seg ikki bara um, hvat vildi verið rættvíst, tá tey hava offrað seg. Tað snýr seg um, at vit nú hava fingið tamarhald á búskapinum [...] tað missa vit, um vit hálvavegna ótálmað fremja lønarhækkingar, soleiðis at tað verður undirskot á fíggjarlógini. Tá verða vit so noydd antin at hækka skattin ella siga fólki upp. Har vita vit, at eingin
at útnorður, t.e. eitt nú Føroyar, altíð verður raðfest ovarliga. - Tað hevur alstóran týdning at roynt verður at skapa eitt norðurlendskt meirvirði í einum og hvørjum, sum vit skulu veita stuðul til, [...] somuleiðis hevur týdning, at eitt nú føroysk mentan eisini knýtur bond við hinar kantarnar av norðurlendska samstarvinum, her verður einamest sipað til Finnland. Eitt nú kann verða víst á framførsluna av [...] snøggað til. Á visitkortinum hjá Mats Jønsson stendur ?Special Adviser?. Arbeiðið hjá honum snýr seg nú einaferð um at umstita innkomnu umsóknirnar, sum verða senda Nordisk Kulturfond. Eisini fæst hann við
bæði lið fara geva seg fult út, og vónar sjálvsagt, at HB vinnur finaluna. Vit eru sera uppsettir, og kanska eyka uppsettir nú teir hava fingið sær ein danskara og hava verið á venjingarlegu. Rógvi Jacobsen [...] Jacobsen, er ikki samdur í teirri áskoðan, at finalan um Løgmanssteypið skal leikast á Tórsvølli. -Vit spæla alt ov lítið á grasi, til at ein so týdningarmikil dystur skal leikast á tí undirlagnum, og tí [...] Jacobsen hevur einaferð áður verið í finaluni um Løgmanssteypið, tað var í 1999, tá KÍ vann á B36, og nú verður spennandi um Rógvi eisini vinnur sína seinnu finalu.
so heppin, sum vit eru. Vit eiga eina bankabók, sum nú er fiskur. Vit fáa so eina aftrat, sum er olja. Tað er gott. Um ikki annað kunnu vit geva tað vekk. -Tað verður oftani sagt, at vit fyrireika okkum [...] siga, at vit skulu hava bæði. Tí vit fáa ikki bæði. Skulu vit taka 2000 fólk frá fiskivinnuni yvir til at gera oljutænastur, so eri eg himmalsfegin. Men vit mugu ikki billa fólki inn, at vit fáa bæði. [...] -Man noyðist at innsíggja, at vit eru 45.000. Eg havi einki ímóti, at vit blíva 50.000 ella 60.000. Men vit fáa framvegis ein trupulleika at skaffa fólki nakað at búgva í. Vit fáa júst teir somu trupulleikarnar
gera seg nú klár til at verða við í fyrsta útbjóðingarumfarinum á føroyska landgrunninum. -Vit eru komin til Føroya fyri at kunna okkum við viðurskiftini her, áðrenn vit gera endaliga av, um vit vilja vera [...] Andrew Wood sigur, at teir annars eru bjartskygdir, nú teir halda seg kunna siga, at í pørtum av føroyska økinum, eru grótsløg av sama slag, sum tey, har olja og gass eru funnin í Foinaven og Schiehallionøkjunum [...] hesum kanningum sum grundarlag hava vit gjørt okkum eina mynd av føroyska økinum, og vit halda okkum nú vera tilreiðar at bjóða uppá teigar, sum verða bodnir út. Vit síggja tí fram til, at ein útbjóðing