Helena Dam á Neystabø var sum heild nøgd við, hvussu hennara leiklutur undir samráðingunum við danir varð lýstur í filminum. Hon heldur tó, at størri áherðsla kundi verði løgd á hennara arbeiði, sum fyrst og fremst var tryggja tí breiðu semjuna í Føroyum. Hon leggur í tí viðfangi afturat, at júst tað økið ikki er av størsta pr.áhuga, meðan størri dentur verður lagdur á tey meira radikalu evnini.
-Eg haldi annars, at filmurin gevur eitt reelt bílæt av, hvat fór fram undir samráðingunum, men eg vænti, at tey, sum eru uttanfyristandandi kunnu hava torført við at finna ein reyðan tráð, tí samráðingarnar vóru so fragmentariskar, og tað vísir filmurin eisini, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon var undir øllum fýra samráðingarumførunum ein av føroysku samráðingarleiðarunum, men seinastu tvey árini hevur Helena Dam á Neystabø ikki luttikið í politikki. Spurd, um filmurin fekk nakrar kenslur fram í henni, nú hon ikki longur er í politikki, svarar Helena, at tað er dupult.
? Eg haldi filmurin lýsir væl, hvussu nógva tíð ein kann nýta til at koma so stutt, men hinvegin so kemur eisini fram, at politikkur bæði kann verða eggjandi og dragandi, so mín kensla er eitt sindur ambivalent, greiðir hon frá.
Samráðingar skuldu verið í Føroyum
Eftir, at sæð samráðingarnar á filmi, er Helena Dam á Neystabø alt meira sannførd um, at føroyingar aldrin skuldu verið farnir til Danmarkar at samráðast.
? Við at vit fóru niður, var rolludeilingin fastløgd, og vit blivu alt fyri eitt the underdog, og tað kemur eisini týðuliga fram í filminum í kvøld, heldur fyrrverandi forkvinnan í Sjálvsstýrisflokkinum.
Hon sigur, at møguliga fer filmurin aftur at elva til kjak um fullveldi, men hon væntar, at møguliga kann filmurin vera við til at taka týdningarmiklar spurningar um fullveldi framaftur, sum eru farnir aftur bakgrundina, eftir at samráðingarnar slitnaðu.
-Samanumtikið haldi eg, at tað er ein góður filmur um eitt at teimum týdningarmiklastu skeiðum í nýggjari føroyskari politiskari søgu. Filmurin viðger umráðandi spurningar, og tað er gott, at hann er gjørdur, men filmurin kann ikki standa einsamallur sum dokumentatión fyri sjálvstýristilgongdina, sigur Helena Dam á Neystabø at enda.