-Profetatekningarnar sett eld í ein heilan heimspart

-Men spurningurin nú er, um tað snýr seg um tekningarnar ella nakað heilt annað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður í eini viðmerking til støðuna í Miðeystri, har víðgongdir muslimar hava sett eld á fleiri danskar sendistovur. Løgmaður fylgir væl við gongdini og viðgongur, at soleiðis sum málið hevur útviklað seg, verður tað ikki lætt at loysa.

Muslimar
Jan Müller
jan@sosialurin



Danski uttanríkisráðharrin hevur heitt á danir um at fara úr Sýrialandi. Løgmaður vísir á, at sum partur av ríkisfelagsskapinum so er henda áheitan eisini galdandi fyri føroyingar, sum kunnu vera í Sýrialandi. -Vit eru danskir ríkisborgarar, og tí meti eg, at áheitanin frá danska uttanríkisráðharranum at taka seg úr Sýrialandi eisini fevnir um føroyskar ríkisborgarar.

Landsstýrið hevur sum so ikki viðgjørt málið. Man hevur higartil mett hetta sum eitt internt mál fyri Danmark. -Nú hetta sær út til at kunna útvikla seg til bæði eitt og annað mugu vit fylgja við, um støðan versnar komandi dagarnar, og um tað fær avleiðingar fyri Føroyar og føroyingar.

Stjórnin drálaði
Sjálvur heldur løgmaður ikki, at man hevur hugsað avleiðingarnar, tá tekningarnar fóru í blaðið. Og stjórnin hugsaði heldur ikki um hesar avleiðingar, tí Anders Fogh Rasmussen helt tað ikki vera neyðugt at hitta sendiharrarnar úr arabisku londunum, sum allir søgdu við hann, at tað hevði verið skilagott at tosa saman. Teir dugdu longu tá at síggja vandan.

Jóannes Eidesgaard heldur fyri, at tá virði fyri millardir og mannalív standa uppá spæl kann man loyva sær at spyrja, um man hevur røkt frælsisskylduna sum so. Spurningurin er, um man ikki er farin ov langt.

Løgmaður viðgongur, at tað, sum nú hendir í Miðeystri er ein óhugnalig avleiðing av eini í okkara verð óskyldari hending. -Eg trúgvi ikki nógvir danir eru dotnir av stólinum, tá teir sóu tekningarnar fyri fýra mánaðum síðani.

Stjórnin hevur hildið fast uppá grundlógartryggjaða pressufrælsið, og tað haldi eg eisini, at man skal. Men her fáa vit so ein samsanstoyt millum tvær mentanir, tí man hevur ikki givið sær fær um, hvat hetta kundi útloysa.

Dropin
Løgmaður ivast í um tað eru tekningarnar, sum eru orsøkin til tað, sum nú hendir. Um tað ikki er ein innilæst kreppa, sum hevur verið á veg í fleiri ár, og har tekningarnar bara hava verið dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir.

-Vit hava so mong dømi í søguni um, at tað er ein ella onnur kanska ikki so álvarssom hending, sum útloysir óavmarkaðar atfinningar ella støður. Taka vit fyrsta verðinskríggj, so var tað eitt morð í Sarajewo, sum útloysti tað.

Tað er ein útrúligur munur á mentanum og politiskum skipanum í okkara og teirra heimi, og tí er tað eisini okkara skylda til at skilja teirra mentan. Danmark hevur nógv samstarv við Miðeystur, og skal man halda fram við tí má man eisini skilja tey ein samstarvar við.

Grindadrápið
-So væl at tekningarnar áttu ikki at farið í blaðið?
-Vit minnast hvussu vit vórðu forfylgt orsakað av grindadrápinum. Føroyingar skiltu als ikki, at nakar skuldi hava ilt av tí, tí tað var nakað, sum vit høvdu gjørt í øldir. Men úrslitið av ølllum gjørdist, at vit tóku í egnan barm og drápið bleiv betur.

Skal samstarvið millum Vesturheimin og muslimska heimin útbyggjast og betrast, so er tað neyðugt við nógv størri forstáilsi millum partarnar, hvussu hesir báðir partarnir eru skrúvaðir saman.

-Men skal man sensuera seg sjálvan og ikki prenta slíkar tekningar?

-Tað haldi eg ikki, at man skal. Ávísirnar mugu sjálvar meta um tað, men tað liggur eisini ein ábyrgd á pressuni. Stjórnin skal á ongan hátt inn at hava eftirlit við tí, sum kemur í bløðini. At muslimski heimurin ikki skilur, at vit hava eitt dómsvald, sum setir mark fyri, hvat kemur í bløðini, vísir, hvussu stórur munurin er á hesum báðum heimum.

Hvat vil løgmaður siga til føroyingar, sum eru úti í muslimskum londum og sum hava danskt pass.

Taka fyrivarni
-Eg kann ikki siga annað enn, at øll mugu sjálvi kunna seg um hvar tað er trygt at vera. Og har hevur uttanríkisráðið eina heimasíðu, sum fylgir við alla tíðina.

Løgmaður viðgongur, at vit betala eisini ein prís fyri at vera saman við Danmark, um ikki vinnan so sivilir føroyingar, ið ferðast úti í verð. Sjálvandi eiga føroyingar at taka fyrivarni og fylgja við tí, sum hendir.

Nú blað í Grønlandi hevur prentað profetatekningarnar spurdu vit hvat hann sigur til, um eitt blað í Føroyum vil prenta tekningarnar.

-So er tað teirra val. Men frælsi krevur eisini ábyrgd.

Løgmaður sigur, at skulu vit samstarva við hesi londini mugu vit eisini skilja og góðtaka teirra verð. Tað kann ikki vera okkara uppgáva at reformera teirra verð,
nú vit eru farin inn í tað allar heilagsta hjá teimum.