-Rímiligur prísur fyri gott tiltak

Forkvinnan í Kvinnufelagssamskipan Føroya, Birta Biskopstø, metir ikki, at kvinnudagstiltakið hjá Kvinnu er alt ov dýrt. Harafturímóti frøðist hon um, at tað gerast alt fleiri tiltøk til føroyskar kvinnur kvinnudagin, og fílist á, at so fáar kvinnur eru í føroyskum landspolitikki

Nógv rok hevur verið í seinastuni um, at nógvar føroyskar kvinnur ikki hava ráð til kvinnudagshaldið hjá Kvinnu, tí at tað kostar túsund krónur fyri atgongumerkið. Forkvinnan í Kvinnufelagssamskipan Føroya (KFS), Birta Biskopstø, er tó ein av teimum, ið metur, at hetta er ein heilt rímiligur prísur fyri eitt so stórt og gott tiltak sum hetta.
-Hetta er nakað heilt annað enn ein vanligt kvinnudagshald. Hetta er ein ráðstevna. Og nú havi eg sjálv verið á ymsum ráðstevnum, og tá hevur prísurin ofta ligið hægri enn hetta. Ein skal jú tonkja uppá, at hetta er eitt heildagshald har matur, drykkivørur, fyrilestrar og undirhald er íroknað, sigur Birta Biskopstø, ið sjálv ætlar sær til kvinnudagshaldið hjá Kvinnu.

Pláss fyri ymsum tiltøkum
Eins og undanfarin ár, fer KFS eisini at halda sítt egna kvinnudagshald. Tiltakið verður væntandi eitt kjakkvøld í Norðurlandahúsinum. Hóast hetta verður sama dag sum stóra kvinnudagstiltakið hjá Kvinnu, so metir Birta ikki, at kapping verður um luttakararnar.
-Her er avgjørt ikki talan um kapping um kvinnurnar. Tí tiltøkini bæði eru so ymisk. Kvinna bjóðar til eina stóra ráðstevnu, sum varir ein heilan dag. Og vit at bjóða til eitt kjakkvøld. So um kvinnur vilja, so kunnu tey náa bæði tiltøkini. So tað er bara at gleðast um, at tað gerast fleiri tiltøk til kvinnur kvinnudagin, sigur Birta Biskopstø.

Ov fáar kvinnur í landspolitikki
Av uppruna hevur kvinnudagurin altíð heiðrað kvinnuna, men kanska enn og meir verið til, fyri at víst á ymsar trupulleikar, ið kvinnur hava stríðst við gjøgnum ár og dag. Birta metir, at ein stórur samfelagstrupulleiki í Føroyum í dag, er, at tað finnast so fáar kvinnur í landspolitikki.
-Kvinnudagur verður jú hildin allastaðni kring heim. Trupulleikarnir kunnu jú verða heilt ymiskar í einum enda av heiminum til annan, og so frá tíð til aðra. Ì dag havi eg serliga biti merki í, at ein av størstu trupulleikum í Føroyum í dag er tann, at vit mangla kvinnur í landspolitikki. Hetta er avgjørt nakað, ið vit eiga at kjakast um ein dag sum kvinnudagin, sigur Birta Biskopstø at enda.

Mynd: Jens Kr. Vang

Myndatekstur: Formaðurin í Kvinnusamfelagskipan Føroya, Birta Biskopstø