-Sinnaður at lora nakað

-Verður tosað út frá eini nullloysn og 2 prosentum, so eri eg sinnaður til at lora nakað, men tað kemur ikki uppá tal at ganga einum lønarkravi uppá 12-14% á møti. Tá verður endin tann, at vit verða noydd at hækka skattin ella siga fólki upp. Og tað fær ongin meg at gera sigur Karsten Hansen, sum samtíðis vísir á, at fiskaprísirnir eru dalandi, og nøgdirnar fara helst eisini at minka

Jan Müller


Tað er ikki sørt, at Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri kennir seg trongdan upp í ein krók í hesum døgum, nú hann heldur, at fjølmiðlarnir nærum eru farnir upp í part við Starvsmannafelagnum.

-Bløðini endurgeva, hvat Starvsmannafelagið sigur, og Gud náði stjóran í Útvarpinum, um hann gongur ímóti limunum í Starvsmannafelagnum, sum jú eru hansara egnu starvsfólk. Eg kenni tað tí soleiðis, at tað kemur bert ein einvegis boðskapur út sigur Karsten Hansen, sum við hesum m.a. sipar til síðu 2 í Sosialinum fríggjadagin, har nevndin í Starvsmannafelagnum ger gjøldur burtur úr sær og sigur, at hann dugir ikki at rokna.

-Til tað innleggi kann eg bert siga, at Starvsmannafelagið hevur gjørt nógvar sáttmálar higartil, og teir hava allir snúð seg um eina sáttmálatíð, sum vanliga hevur verið tvey ár.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað ber heldur ikki til at rokna uppá tann mátan, sum Starvsmannafelagið ger í umrøddu grein.

-Teir hava vent tingunum á høvdið. Og tað er væl tí, at teir eru í eini panikkstøðu. Teir koyra m.a. uppá prístalið, har teir vita, at tað útrokningargrundarlagið er heilt skeivt. Hvør brúkar 48% av inntøkuni hjá húsarhaldinum at keypa breyð fyri? Tað er heilt galið.

Karsten Hansen sigur, at hetta grundarlagið var rætt fyrr, tá stórur partur av lønini fór til at keypa mat fyri, men soleiðis er tað ikki í dag. So grundarlagið er púra burturvið.

-Áðrenn vit fóru til samráðingar kallaði eg serfrøðingarnar saman fyri at vita, hvat man kann rokna við verður inflatiónin og prístalsvøksturin í sáttmálaskeiðnum. Har kom eitt boð á borðið, og tað var 2%. Tað er hol í høvdið at siga, at fólk eta fyri 48% av lønini. Annars havi eg bert ta viðmerking til nevndina í Starvsmannafelagnum, at tað er óseriøst at brúka ókvamsorð móti undirritaða. Eg eri ikki mótpartur hjá teimum. Trýr nakar, at eg fái ilt av, at tey lágløntu fáa tað tey eiga, so fara tey púra skeiv.


Venda ikki aftur

-Vit eru farin gjøgnum 80- og 90-uni við øllum tí niðurskurði, teimum uppsagnum osfr., sum varð. Boðskapur mín í dag er tí púra greiður. Eg vil tryggja teimum, sum hava arbeiði, at tað ikki blíva uppsagnir. Tí vil eg ikki fara forbí eitt mark - og har treytin fyri tí markinum er, at eg skal biðja onkran mína vegna pilka hvønn 6.,7.10. ella 12. burtur úr og siga, at nú kanst tú ikki hava arbeiði meira, tí hini skulu hava meira í løn.

Karsten Hansen vísir á, at kravið frá Starvsmannafelagnum fyri at fáa ein 2 ára sáttmála var 12% og ein nýggj lønarskipan. Ein slík skipan kostar umleið 2%, so man er komin uppá 14% yvir tvey ár. Tey kosta umleið 180 mill. kr.

-Gevið eg Starvsmannafelagnum 12 ella 14%, so verið eg sjálvandi noyddur til at geva pedagogunum tað sama, so tað verður skrúvan uttan enda.

Karsten Hansen vil við hesum siga, at fer landsstýrið at geva seg í hesum eina førinum, so skapar tað fordømi fyri allar aðrar samráðingar.


Ber ótta fyri verri tíðum

-Men yvirskot er jú á fíggjarlógini, sum tit væl eisini kunnu brúka til lønarhækkingar hjá teimum, sum hava víst lønar afturhald í ringu tíðunum!

-Yvirskot er í ár. Men taka vit Føroya Banka, sum er stórur partur av orsøkini til yvirskotið, so verður tað sama ikki at endurtaka seg.

-Onkur heldur tit kunnu einsvæl brúka hesar pengarnar til lønarhækkingar enn til at leggja til síðis til fullveldið!

-Fullveldið er fyri meg nakað, sum kemur innanífrá og hevur ikki nakað við krónur og oyru at gera. Fátækk menniskju í heiminum hava eisini fullveldi og eru líka stolt við fullveldinum sum tey ríku londini.

Men mín uppgáva er at tryggja, at tað verður gott at liva í hesum landinum, og at løn eisini er til fólkið um trý ár. Fiskaprísirnir eru dalandi í løtuni, og tað er alt, sum týðir uppá, at nøgdirnar eisini fara at minka, og hendir tað, sum vit tó ikki mugu vóna, at fiskaprísurin minkar og minni fiskur er at fáa samtíðis sum lønirnar fara upp við 150 mill. ella meira, hvat skulu vit so gera? Koyra fólk til hús? Koyra lønirnar niður aftur ?

-Men tú hevur í samgonguskjali við fólkaflokkinum játtað at minka um almenna sektorin!

-Tað, sum vit hava sagt, er, at vit skulu gera okkum dugnaligari, har vit í dag gera arbeiði dupult. Vit mugu hækka tænastustøðið. Fólk uppliva tað almenna sum ov tungt, og tað meini eg skulu vit arbeiða við fyri at gera so effektivt sum gjørligt. Í míni verð skal eingin sigast úr starvi.


Mugu ikki sleppa tamarhald á búskapi

-Tey almennu fakfeløgini hava offrað seg og hildið aftur í lønarkrøvum og farin niður í løn - hava tey tá ikki rætt til eina hægri løn, nú tað eru betri tíðir?

-Tað er rætt, men tað snýr seg ikki bara um, hvat vildi verið rættvíst, tá tey hava offrað seg. Tað snýr seg um, at vit nú hava fingið tamarhald á búskapinum, og tað er ótrúliga týdningarmikið at kunna varðveita hesa gongd. Og tað missa vit, um vit hálvavegna ótálmað fremja lønarhækkingar, soleiðis at tað verður undirskot á fíggjarlógini. Tá verða vit so noydd antin at hækka skattin ella siga fólki upp. Har vita vit, at eingin ynskir meira í skatti ella at verða uppsagdur. Og ynski hvørki at vera tann, sum sigur fólki upp ella sum skal hækka skattin.

Karsten Hansen sigur, at teir fara at blíva samdir. Í síðsta enda hava báðir partar eittans áhugamál, og tað er, at tað verður liviligari í samfelagnum.

-Eg trúgvi, at partarnir seta seg saman aftur. Vit arbeiða við at finna loysnir.

-Kunnu tit so lora eitt sindur?

-Tað veldst um í mun til hvat tú fær at lora um. Tosar tú í mun til eina nullloysn og 2% so er tað ja.

Karsten Hansen dugir ikki síggja, at tingið skal leggja uppí málið. Tað einasta rætta er at fara undir samráðingarnar aftur. Sjálvur er hann fúsur at fara til samráðingarborðið aftur.