Klaksvíkingurin í HB, Rógvi Jacobsen, er ikki samdur í teirri áskoðan, at finalan um Løgmanssteypið skal leikast á Tórsvølli.
-Vit spæla alt ov lítið á grasi, til at ein so týdningarmikil dystur skal leikast á tí undirlagnum, og tí átti dysturin heldur verðið á ovara vølli. Dysturin verður av tí sama sjáldan líka góður, tí leikferðin á grasi er væl lægrið, og sami stemningur er heldur ikki á Torsvølli, sum á ovara vølli, sigur miðvallarin við Sosialin
Annars væntar Rógvi Jacobsen ein harðan dyst, tí bæði lið fara geva seg fult út, og vónar sjálvsagt, at HB vinnur finaluna. Vit eru sera uppsettir, og kanska eyka uppsettir nú teir hava fingið sær ein danskara og hava verið á venjingarlegu.
Rógvi Jacobsen hevur einaferð áður verið í finaluni um Løgmanssteypið, tað var í 1999, tá KÍ vann á B36, og nú verður spennandi um Rógvi eisini vinnur sína seinnu finalu.