Vestmanna kommuna fekk væl meira í kommunuskatti í februar 2013 enn sama mánað í 2012. - Í februar 2013 fingu vit 3.061.679 krónur í mun til 2.853.530 krónur í februar 2012. Vøksturin er 208.149 krónur [...] kommunan, at kommunuskatturin higartil í ár vísir eina hækking á 3,54% í mun til 2012, svarandi til 193.416 krónur. - Vit eru sera væl nøgd við, at afturgongdin í skattainntøkunum sær út til at verða steðgað [...] steðgað, og vit fara at gera alt fyri, at henda positiva gongd kemur at halda fram, sigur Vestmanna kommuna.
Sendingin er á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10. Í morgin klokkan 10 er Martin Skúvadal úr Vestmanna gestur. Martin hevur avstralska mammu og pápa úr Vestmanna. Í sendingini fer Martin at greiða frá einum uppvøkstri [...] FM1 er farið í holt við at senda átta nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg Í hesum sendingum prátar verturin, Stella
hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini milum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. Ein dystur H71 vann 29-26 (15-13), sum gevur hoyvíkingum ein lítlan fyrimun til seinnu hálvfinaluna, sum verður í høllini í Vestmanna [...] Jónleif hevur til favoritt at vinna seg í steypafinaluna, sum verður leygardagin 18. februar. Rás2 sigur eisini frá seinnu hálvfinaluni, sum verður í Vestmanna sunnudagin klokkan 15.
dansistovan í Vestmanna karmur um hetta dansiskeiðið. Kom og Dansa hevur skipað fyri fleiri skeiðum í heyst, m. a. Rock?n roll og Salsa. Eisini hevur skeið verið fyri børnum í alt heyst í Tórshavn. Tey [...] Tey halda frí í desember mánaði og ætla at byrja fleiri skeið aftur komandi ár, bæði fyri børnum og vaksnum. Vikuskiftisskeiðið í Vestmanna verður fríggjakvøldið 20. november klokkan 19 ? 21 og heldur fram
Dómkirkjan í Reykjavík verður karmur um góðan føroyskan kórsang til gudstænastuna sunnudagin klokkan 11. Í samband við, at Vestmanna kirkjukór er í Íslandi í hesum døgum, syngja tey ymsastaðni á túrinum. Í morgin [...] verið nakrar ferðir í Íslandi, og kórið hevur eisini verið á Álandi á konsertferð. Kórleiðari hjá Vestmanna kirkjukóri er Erla Olsen, sum hevur leitt kórið í meiri enn 30 ár. Við á ferðini í Íslandi eru 30 [...] morgin syngja tey í Dómkirkjuni og týskvøldið í somu kirkju klokkan 20. Við í kórinum á Íslandstúrinum hesaferð eru eisini gestir, sum hjálpa til við solosangi og sita við klaverið. Seinastu árini hevur
Bátastevnan í Vestmanna fekk eina góða byrjan í gjárkvøldið, tá stóra barnatiltakið við Trøllafamiljuni og Kularótum var í ítróttarhøllini. Trøllafamiljan hevði stolið ein bát í Vestmanna, og hóast ein [...] royndi at fanga Trøllafamiljuna, so komu tey inn í bátahylin í øllum góðum, har sera nógv børn og vaksin tóku ímóti teimum. Síðani gekk leiðin niðan í ítróttarhøllina, har eini 700 fólk vóru vitni til
Í Vestmanna verður minningarløta fyri at minnast teir sum bjargaðust, tá vestmannaskipið Union Jack varð søkt av einum kavbáti í 1940. Í sambandi við at 70 ár eru liðin síðan hendingina verður minningarløta [...] Skipið sakk eftir 10 minuttum. Manningin, sum taldi sjey mans, fór í bjargingarbátin og róði til lands. Eftir at hava róð í 36 tímar komu teir í land á Flannan Isles, vunnu upp hús og vórðu bjargaðir. [...] minningarløta í Vestmanna kirkju mikukvøldið 22. september kl 19.30 at minnast teir sum vóru við Union Jack nummar VN1 hendan lagnudagin undir seinna verðaldarbardaga. Union Jack varð søkt av týska kavbátinum
Hallirnar hjá MEST við skipasmiðjuna í Vestmanna hava í longri tíð staðið til leigu ella sølu inni á heimasíðuni hjá skipasmiðjuni, og nú ljóðar, at keyparar skuldu verið funnir. Men hetta avsannar MEST [...] Hallirnar hava staðið til sølu ella leigu í eina tíð, og vit hava havt nakrar fyrispurningar, men tað fyriliggur einki ítøkiligt enn, sigur Kaysten Rasmussen, fíggjarstjóri í MEST. Søgurnar hava annars gingið [...] at hóast fyrispurningar, so fyriliggur einki ítøkiligt enn viðvíkjandi hallunum við bedingina í Vestmanna.
Mortensen, Tvøroyri, og Súni í Hjøllum, Toftir. Miðraðið f.v.: Kristjan Højsted, Funningur, Sjúrður Mikkelsen, Sørvágur, Herálvur Jacobsen, Sørvágur, Maria Jacobsen, Vestmanna, Sjúrður Hansen, Sørvágur, [...] Kristjan Christiansen, Tórshavn, Sigrun Petersen, Vestmanna, Álvur Enni, Tvøroyri, Sæbjørn Olsen, Kunoy, Vagnur Dahl-Michelsen, Tórshavn og Martin Ejdisgaard, Tvøroyri. Fremst f.v.: Solveig Isfeldt, Tórshavn
Sjóverjuskip Vestmenningar hava fingið við upp í bátastevnuskránna, at nýggja danska sjóverjuskipið Knud Rasmussen (mynd) fer at liggja við bryggju í Vestmanna leygardagin millum klokkan 12 og 14. Tá verður [...] vitja umborð og síggja skipið. Sjóverjuskipið var fyrr í vikuni á Miðvági, men legði ikki til bryggju. Seinni sama kvøld var skipið at síggja í Vestmanna, og týsdagin kom ein lastbilur hjá donsku verjuni til [...] til Miðvágs við eini minu, sum skal setast upp á Krígssavninum í Vágum. Minan var tó óskaðilig. Myndin av Knud Rasmussen, sum vit prenta saman við hesum stubba, er tikin á Skálafjørðinum týsdagin, tá skipið