TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr :
1) Trónd Arge siga frá seinastu løtuni av fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini milum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. Ein dystur H71 vann 29-26 (15-13), sum gevur hoyvíkingum ein lítlan fyrimun til seinnu hálvfinaluna, sum verður í høllini í Vestmanna, sunnudagin klokkan 15.
2) Hoyr Jónleif Sólsker taka samanum avrikið hjá H71 og VÍF, og meta um seinnu hálvfinaluna. Og hoyr eisini hvønn Jónleif hevur til favoritt at vinna seg í steypafinaluna, sum verður leygardagin 18. februar.
Rás2 sigur eisini frá seinnu hálvfinaluni, sum verður í Vestmanna sunnudagin klokkan 15.










