FM1: Martin Skúvadal gestur í "Home & Away"

Sætta ensktmælta sendingin í røðini "Home and Away - With a Twist" verður á FM1 klokkan 10 í morgin

FM1 er farið í holt við at senda átta nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg

Í hesum sendingum prátar verturin, Stella Zachariassen við eftirkomarar, t.v.s. vaksin børn, har annað av foreldrunum eru tilflytarar. 

Sendingin er á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10.

Í morgin klokkan 10 er Martin Skúvadal úr Vestmanna gestur. Martin hevur avstralska mammu og pápa úr Vestmanna. Í sendingini fer Martin at greiða frá einum uppvøkstri við teimum báðum mentanunum, ið hava myndað hann, ta avstralsku og ta føroysku mentanina.

Øll kunnu hoyra FM1 HER