Í Vestmanna verður minningarløta fyri at minnast teir sum bjargaðust, tá vestmannaskipið Union Jack varð søkt av einum kavbáti í 1940.
Í sambandi við at 70 ár eru liðin síðan hendingina verður minningarløta í Vestmanna kirkju mikukvøldið 22. september kl 19.30 at minnast teir sum vóru við Union Jack nummar VN1 hendan lagnudagin undir seinna verðaldarbardaga.
Union Jack varð søkt av týska kavbátinum U31 norðan fyri Hebridirnar tann 22. september 1940. Skipið sakk eftir 10 minuttum.
Manningin, sum taldi sjey mans, fór í bjargingarbátin og róði til lands. Eftir at hava róð í 36 tímar komu teir í land á Flannan Isles, vunnu upp hús og vórðu bjargaðir.