Hallirnar hjá MEST við skipasmiðjuna í Vestmanna hava í longri tíð staðið til leigu ella sølu inni á heimasíðuni hjá skipasmiðjuni, og nú ljóðar, at keyparar skuldu verið funnir.
Men hetta avsannar MEST.
- Hallirnar hava staðið til sølu ella leigu í eina tíð, og vit hava havt nakrar fyrispurningar, men tað fyriliggur einki ítøkiligt enn, sigur Kaysten Rasmussen, fíggjarstjóri í MEST.
Søgurnar hava annars gingið upp á, at onnur høllin er keypt til dansihøli og barr, meðan hin skal vera keypt av einum bilmekanikara, og tí hugsandi kundi verið ætlað til bilverkstað.
Men Kaysten Rasmussen sigur, at hóast fyrispurningar, so fyriliggur einki ítøkiligt enn viðvíkjandi hallunum við bedingina í Vestmanna.