Rock?n roll skeið í Vestmanna

Vikuskiftið 20. og 21. november skipar »Kom og Dansa« fyri seinasta dansiskeiði fyri jól.

 

Hesaferð verður dansistovan í Vestmanna karmur um hetta dansiskeiðið.

 

Kom og Dansa hevur skipað fyri fleiri skeiðum í heyst, m. a. Rock?n roll og Salsa. Eisini hevur skeið verið fyri børnum í alt heyst í Tórshavn. Tey halda frí í desember mánaði og ætla at byrja fleiri skeið aftur komandi ár, bæði fyri børnum og vaksnum.

 

Vikuskiftisskeiðið í Vestmanna verður fríggjakvøldið 20. november klokkan 19 ? 21 og heldur fram leygardagin 21. november klokkan 14 ? 16. Øll eru sjálvandi vælkomin, bæði støk/pør, sigur Marylin Danielsen, ein av fyrireikarunum.