mikið varin, at hann hevur latið sín talsmann siga frá, at hann stuðlar Barrack Obama. - Bill Clinton er sjálvandi til reiðar at tað, sum hann kann gera, um hann verður biðin um at virka við til at tryggja [...] um hann stuðlar forsetavalevninum hjá demokratunum. Hillary Clinton hevur harafturímóti boðað frá, at hon styðjar Obama, og hon hevur biðið sínar fremstu stuðlar gera tað sama.
dag, at lata 200 palestinskar fangar leysar, sum hava sitið fangar í Ísrael í longri tíð, skrivar mbl.is. Mark Regve, talsmaður hjá Ehuds Olmert forsetisráðharra, segði at hetta verður gjørt, fyri at vísa [...] sum amerikanski uttanríkisráðharrin - Condoleeza Rice, kemur á vitjan í Ísrael. ?Vit vóna at leyslatingin fer at styrkja vinarlagið millum londini?, sigur Regve. [...] vísa vælvild, móti palestinska forsetanum - Mahmouds Abbas. Eisini fyri at styrkja friðarsamráðingarnar millum londini, sum í seinastuni hava gingið væl. Millum teir, sum verða latnir leysir, eru tveyr fangar
Tað gerst altsamt meiri vanligt, at fólk, sum royna at smugla rúsevni, svølgja tað ella seta tað upp í endatarmin fyri at sleppa ígjøgnum tollin. Vit hava nýliga havt eitt dømi um hetta í Føroyum, og um [...] tollararnir á flogvøllinum í Kefflavík kannaðu ein av ferðamonnunum, vísti tað seg, at hann hevði fjalt rúsevni inni í klæðunum, og at hann eisini hevði svølgt nakað av kokaini. Hetta var annar tilburðurin av hesum [...] hesum slagnum í Íslandi. Herfyri kom ein niðurlendingur til Íslands, og tað vísti seg, at hann hevði svølgt ikki færri enn 80 smáar pakkar av kokaini.
enn í fjør, men tá skal havast í huga, at umsøkjaratalið var óvanliga stórt í fjør. Helge Sander, ráðharri í vísindum, harmast gongdina, men sigur, at hann fer at bíða eftir, hvussu mong fáa pláss, og tað [...] tað talið kemur ikki fyrr enn 30. juli. Helge Sander sigur, at ein orsøk til tað minkaða umsøkjaratalið kann vera, at fólk hava lætt við at fáa arbeiði, samstundis sum treytirnar fyri upptøku á teimum
eftir Eric Hill. Flekk hjálpir ommuni at geva hønunum og at baka, hann heldur tað vera stuttligt at vitja ommuna, tí har er altíð okkurt at gera, og hon hevur tíð at lesa søgu eisini. Flekk heldur abban [...] abban vera stuttligan, hann hevur altíð tíð at spæla við Flekk, og finnur uppá nógv spøl, uttan mun til hvussu veðrið er. Bøkurnar eru úr pappi og eru 12 bls. hvør.
til, at alt fleiri norðmenn hava hug at fara upp í Evropasamveldið. Í hvussu er vísir ein kanning, sum Norstat hevur gjørt fyri ríkisútvarpið NRK, at 40 prosent av teimum spurdu taka undir við, at Noreg [...] síðani. Norskir fjølmiðlar endurgeva formannin í norsku Evropafylkingini, Paal Frisvold, fyri at siga, at altjóða fíggjarkreppan hevur ávirkað hugsanina hjá nógvum norðmonnum um ES, og harafturat hevur
Niðurlondum í gjár, viðgongur, at ætlan hansara var at beina fyri kongshúsinum Almenni ákærin sigur við fjølmiðlarnar, at tann 38 ára gamli maðurin hevur viðgingið, at hansara mál var at raka limirnar í kongshúsinum [...] hann rendi á ein minnisvarða, og tað er ikki greitt, um hann sleppur við lívinum. Ákæruvaldið sigur, at sleppur maðurin livandi frá tilburðinum, verður hann ákærdur fyri drápsroynd ímóti kongshúsinum.
- Eg kenni einki til, at vit eru partur av nakrari endurreisn av Kósini í Klaksvík, sigur Meinhard Jacobsen, stjórin í Faroe Seafood Meinhard Jacobsen sigur, at ongar samráðingar hava verið millum Faroe [...] standa aftanfyri Kósina í Klaksvík. - Nei, eg kenni einki til, at okkara felag hevur verið í nøkrum samráðingum um nakað. Meinhard sigur, at tað einasta, hann veit um Kósina, er tað, sum fjølmiðlarnir hava [...] gjaldssteðgin, sum nú er longdur í tríggjar mánaðir. - Vit hava nóg mikið at dragast við sjálvir og hava sum er ongar ætlanir um at keypa Kósina, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood.
italska býnum L´Aquila, sum fór illa av jarðskjálvtanum mánanáttina Sky News veit at siga, at kvinnan eitur Eleonara, og at hon bleiv funnin við hjálp frá servandum hundum og nútímans tøkni. Hon lá undir [...] i. Læknar, sum arbeiða í jarðskjálvtaøkinum, siga við Sky News, at nógv fólk eru deyð eftir at hava fingið ymiskt oman yvir seg, men at fleiri eru deyð av hjartaslagi ella skelki orsakað av skjálvtanum
trolbátunum at vísa sína misnøgd við ætlaðu broytingarnar í fiskidagaskipanini Eftir broytingunum, sum landsstýrið ætlaði at gera í fiskidagaskipanini, skuldu trolbátarnir missa møguleikan at keypa sær [...] felagið Trolbátar ikki góðtaka. Felagið vísti á, at kom tann broytingin í gildi, samstundis sum fiskidagarnir verða skerdir tvey prosent, fóru broytingarnar at taka grundarlagið undan trolbátunum. Tá Løgtingið [...] Løgtingið í dag atkvøddi endaliga um málið, kom eitt broytingaruppskot, sum ger, at trolbátarnir framvegis kunnu keypa sær fiskidagar frá línubátum. Uppskotið fekk 16 atkvøður og varð sostatt samtykt. Síðani