Tað gerst altsamt meiri vanligt, at fólk, sum royna at smugla rúsevni, svølgja tað ella seta tað upp í endatarmin fyri at sleppa ígjøgnum tollin. Vit hava nýliga havt eitt dømi um hetta í Føroyum, og um vikuskiftið hendi tað sama í Íslandi. Tá tollararnir á flogvøllinum í Kefflavík kannaðu ein av ferðamonnunum, vísti tað seg, at hann hevði fjalt rúsevni inni í klæðunum, og at hann eisini hevði svølgt nakað av kokaini.
Hetta var annar tilburðurin av hesum slagnum í Íslandi. Herfyri kom ein niðurlendingur til Íslands, og tað vísti seg, at hann hevði svølgt ikki færri enn 80 smáar pakkar av kokaini.