Íslendska tosið um limaskap í ES hevur økt norska áhugan fyri limaskapi í samveldinum
Tað er líkt til, at alt fleiri norðmenn hava hug at fara upp í Evropasamveldið.
Í hvussu er vísir ein kanning, sum Norstat hevur gjørt fyri ríkisútvarpið NRK, at 40 prosent av teimum spurdu taka undir við, at Noreg skal senda eina umsókn til Bruxelles. Tað eru seks prosentstig meiri enn í einari tilsvarandi kanning fyri trimum mánaðum síðani.
Norskir fjølmiðlar endurgeva formannin í norsku Evropafylkingini, Paal Frisvold, fyri at siga, at altjóða fíggjarkreppan hevur ávirkað hugsanina hjá nógvum norðmonnum um ES, og harafturat hevur tosið um Ísland og ES eisini havt ávirkan.