Færri søkja inn á lærdu háskúlarnar

Lærdu háskúlarnir í Danmark hava fingið 15 prosent færri umsóknir enn í fjør 23.289 ungfólk hava søkt um upptøku á teimum lærdu háskúlunum í Danmark í ár. Tað er 15 prosent færri enn í fjør, men tá skal havast í huga, at umsøkjaratalið var óvanliga stórt í fjør.

Helge Sander, ráðharri í vísindum, harmast gongdina, men sigur, at hann fer at bíða eftir, hvussu mong fáa pláss, og tað talið kemur ikki fyrr enn 30. juli.

Helge Sander sigur, at ein orsøk til tað minkaða umsøkjaratalið kann vera, at fólk hava lætt við at fáa arbeiði, samstundis sum treytirnar fyri upptøku á teimum lærdu háskúlunum eru herdar.