Tvær nýggjar Flekkbøkur júst komnar frá Bókadeildini. Tað er tær báðar Flekk er góður við ommu og Flekk er góður við abba.
Hetta eru fittar pappbøkur til tey minstu børnini við løttum teksti og teimum so væl kendu myndunum eftir Eric Hill.
Flekk hjálpir ommuni at geva hønunum og at baka, hann heldur tað vera stuttligt at vitja ommuna, tí har er altíð okkurt at gera, og hon hevur tíð at lesa søgu eisini. Flekk heldur abban vera stuttligan, hann hevur altíð tíð at spæla við Flekk, og finnur uppá nógv spøl, uttan mun til hvussu veðrið er.
Bøkurnar eru úr pappi og eru 12 bls. hvør.










