Tað loysti seg hjá trolbátunum at vísa sína misnøgd við ætlaðu broytingarnar í fiskidagaskipanini Eftir broytingunum, sum landsstýrið ætlaði at gera í fiskidagaskipanini, skuldu trolbátarnir missa møguleikan at keypa sær fiskidagar frá línubátunum.
Tað vildi felagið Trolbátar ikki góðtaka. Felagið vísti á, at kom tann broytingin í gildi, samstundis sum fiskidagarnir verða skerdir tvey prosent, fóru broytingarnar at taka grundarlagið undan trolbátunum.
Tá Løgtingið í dag atkvøddi endaliga um málið, kom eitt broytingaruppskot, sum ger, at trolbátarnir framvegis kunnu keypa sær fiskidagar frá línubátum. Uppskotið fekk 16 atkvøður og varð sostatt samtykt.
Síðani samtykti Løgtingið endaliga broyttu reglurnar fyri næsta fiskiár við 27 atkvøðum fyri og ongari ímóti.










