Anders Behring Breivik greitt, at hann vil ikki samarbeiða við løgregluna uttan so, at norska stjórnin leggur frá sær. Tað sigur norska kringvarpið. Fyrr hevur hann kravt at fáa eina teldu og atgongd til [...] hevur sagt okkum fleiri smálutir, og tað er umráðandi hjá okkum at fáa staðfest, um hann sigur satt. Serliga hevur tað okkara áhuga at fáa at vita, um hann var einsamallur um álopini, sigur Pål-Frederik Hjort
Løgreglan í Kina sigur, at hon hevur handtikið 369 fólk í sambandi við eitt seks mánaðir langt átak ímóti mannahandli í 14 landspørtum. Samstundis hevur løgreglan bjargað 89 børnum undan at verða seld. -Tað hevur [...] hevur eydnast okkum at avdúka tvey brotsmannakervi, sum seldu børn, sigur løgreglan í einari almennari fráboðan. Í fráboðanini stendur, at brotsmannakervini hava fingið 6.120 amerikanskar dollarar í meðal [...] Kinesisku myndugleikarnir hava ásannað, at mannahandil er ein veksandi trupulleiki í landinum, og teir hava skipað fyri fleiri átøkum síðani 2007, tá tað kom fram, at fleiri túsund børn vórðu seld til tr
uppreistur er í Libya, Sýrialandi og Jemen. -Hetta vísir, at hugsjónirnar hjá al-Qaeda halda ikki. Bardagin fer at halda fram, og vit fara ikki at slaka, segði Hillary Clinton. [...] í dag Taliban til at kvetta alt samband við yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda, nú Osama bin Laden er deyður. -Tit kunnu ikki vinna á okkum. Men tit kunnu taka eina skilagóða avgerð við at kvetta alt samband [...] samband við al-Qaeda, segði Hillary Clinton. Amerikanski uttanríkisráðharrin hefti seg við, at Osama bin Laden er fallin, júst sum umfatandi rembingar eru nógvastaðni í Miðeystri. Leiðararnir í Egyptalandi
í Tuscaloosa í gjár. Hann segði við tíðindafólk, at hann hevði ongantíð sæð slíkar oyðileggingar fyrr, og hann lovaði, at stjórnin fer at hjálpa við at endurbyggja tað, sum er farið. [...] Tey seinastu tíðindini siga, at í minsta lagi 337 fólk hava latið lív, og so nógv mannalív hava meldurhvirlur ikki kravt í USA síðani 1932. Samstundis siga veðurmenninir, at tað hava verið meiri enn 200
Street Journal vil vera við, at forsetin í Jemen, Ali Abdullah Saleh, hevur játtað at leggja frá sær. Sagt verður, at forsetin hevur góðtikið eina ætlan, sum ber í sær, at hann skal siga forsetaembætið [...] innan 30 dagar. Afturfyri skal hann hava fingið tilsøgn um at sleppa undan rættarsókn. Sambært blaðnum hava grannalond hjá Jemen verið við til at fáa avtaluna í lag, og sum skilst er talan um Saudiarabia
og loyva hjálparfelagsskapum at hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp. -Hetta er ikki nakað, sum vit tingast um, sigur Obama og leggur afturat, at altjóða samfelagið fer at brúka hermegi, um Gaddafi ikki [...] greitt, at amerikanskir hermenn fara ikki at seta fótin á libyska jørð í sambandi við hetta átakið. Í morgin verður fundur í París um støðuna í Libanon, og tá fer Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, at umboða
felagnum hava kanningarnar víst, at mongdin av jod-131 er 127 ferðir størri enn vanligt, og at mongdin av calcium 134 er næstan 25 ferðir størri enn vanligt. Eygleiðarar siga, at tíðindini um ta ovurhonds stóru [...] sjónum er búldur oman á sár, tí fyrr í dag fór knappliga at rúka úr einum av reaktorunum á verkinum. Myndugleikarnir hava kortini sagt seinni, at óhappið hevur ikki elvt til størri geisling. Altjóða kj [...] kjarnorkustovnurin stúrir framvegis fyri støðuni á Fukushima-verkinum. Stovnurin segði í dag, at støðan er framvegis álvarssom.
mugu sigast at verða av almennum áhugað. Í gjár sendi Javnaðarflokkurin út eina yvirlýsing, har floksleiðslan harðliga átalaði at fyrrverandi stjórin hevur fingið fýra milliónir krónur fyri at fara frá, [...] Málið tær fýra milliónirnar, sum Gunnar í Liða fekk fyri at fara frá sum stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, og hækkaðu samsýningarnar til nevndarlimirnar, verður nú reist á tingi. Mikudagin tá munnligir [...] munnligir fyrispurningar eru á skrá í Løgtinginum, fer Katrin Dahl Jakobsen at seta Johan Dahl landstýrismanni munnligan fyrispurning um viðurskiftini við nevndarvali, valbæri og samsýningum í Ognarfelagnum
tíðindastovan AFP skrivar, at fleiri hundrað viðhaldsfólk vóru komin út á flogvøllin í høvuðsstaðnum Tunis at taka ímóti leiðaranum. Men har vóru eisini fólk, sum mótmæltu, at kemur aftur til landið, sum [...] politiskar broytingar, eitt nú at kvinnur fingu størri rættindi. Men tá hann kom til Tunis í dag, segði Gannouchi, at hann hevur ikki somu víðgongdu hugsjónir longur, og at hansara politisku hugsjónir líkjast
annað ljóðar, at tvær løgreglustøðir í Kairo standa í ljósum loga. Samstundis vístu myndirnar, at løgreglan hevur brúkt táragass, og at myndugleikarnir hava sent hernaðarakfør inn í býirnar at steðga mót [...] vístu myndir hjá sjónvarpinum Al-Jazeera, at mótmælisfólk hava sett eld á høvuðsbygningin hjá stjórnarflokkinum NPD, sum stendur í ljósum loga. Tað ljóðar eisini, at mótmælisfólk hava sett eld á ymsar almennar