Hillary Clinton ávarar Taliban

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, mælti í dag Taliban til at kvetta alt samband við yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda, nú Osama bin Laden er deyður.

-Tit kunnu ikki vinna á okkum. Men tit kunnu taka eina skilagóða avgerð við at kvetta alt samband við al-Qaeda, segði Hillary Clinton.

Amerikanski uttanríkisráðharrin hefti seg við, at Osama bin Laden er fallin, júst sum umfatandi rembingar eru nógvastaðni í Miðeystri. Leiðararnir í Egyptalandi og Tunesia eru riknir av rókini, og uppreistur er í Libya, Sýrialandi og Jemen.

-Hetta vísir, at hugsjónirnar hjá al-Qaeda halda ikki. Bardagin fer at halda fram, og vit fara ikki at slaka, segði Hillary Clinton.