Breivik vil hava stjórnina frá

Undir avhoyringum í gjár gjørdi Anders Behring Breivik greitt, at hann vil ikki samarbeiða við løgregluna uttan so, at norska stjórnin leggur frá sær. Tað sigur norska kringvarpið. Fyrr hevur hann kravt at fáa eina teldu og atgongd til Wikileaks, men hóast hann hvørki hevur fingið teldu ella atgongd til Wikileaks, hevur hann arbeitt saman við løgregluni higartil, sigur NRK.

-Hann hevur sagt okkum fleiri smálutir, og tað er umráðandi hjá okkum at fáa staðfest, um hann sigur satt. Serliga hevur tað okkara áhuga at fáa at vita, um hann var einsamallur um álopini, sigur Pål-Frederik Hjort Kraby hjá norsku løgregluni við danska kringvarpið DR.