Kroystur forseti slakar

Amerikanska blaðið Wall Street Journal vil vera við, at forsetin í Jemen, Ali Abdullah Saleh, hevur játtað at leggja frá sær. Sagt verður, at forsetin hevur góðtikið eina ætlan, sum ber í sær, at hann skal siga forsetaembætið frá sær innan 30 dagar. Afturfyri skal hann hava fingið tilsøgn um at sleppa undan rættarsókn.

Sambært blaðnum hava grannalond hjá Jemen verið við til at fáa avtaluna í lag, og sum skilst er talan um Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini.

-Saleh, forseti, er fegin um avtaluna, sum hann hevur góðtikið, sigur talsmaður hansara, Tariq Shami, við blaðið.

Ali Abdullah Saleh hevur havt valdið í Jemen í 32 ár.