Kanningar hava avdúkað ovurhonds stórar mongdir av geislavirknum evnum í sjónum úti fyri Fukushima-kjarnorkuverkinum. Tað sigur orkufelagið, sum eigur verkið. Sambært felagnum hava kanningarnar víst, at mongdin av jod-131 er 127 ferðir størri enn vanligt, og at mongdin av calcium 134 er næstan 25 ferðir størri enn vanligt.
Eygleiðarar siga, at tíðindini um ta ovurhonds stóru dálkingina á sjónum er búldur oman á sár, tí fyrr í dag fór knappliga at rúka úr einum av reaktorunum á verkinum. Myndugleikarnir hava kortini sagt seinni, at óhappið hevur ikki elvt til størri geisling.
Altjóða kjarnorkustovnurin stúrir framvegis fyri støðuni á Fukushima-verkinum. Stovnurin segði í dag, at støðan er framvegis álvarssom.









