Støðan í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo er sera spent í kvøld. Myndugleikarnir hava sett fólki útigongubann frá klokkan seks seinnapartin lokala tíð, men fólk í túsundatali eru kortini í gøtunum og krevja Hosni Mubarak, forseta og stjórnina frá.
Fyri løtu síðani vístu myndir hjá sjónvarpinum Al-Jazeera, at mótmælisfólk hava sett eld á høvuðsbygningin hjá stjórnarflokkinum NPD, sum stendur í ljósum loga.
Tað ljóðar eisini, at mótmælisfólk hava sett eld á ymsar almennar bygningar. Millum annað ljóðar, at tvær løgreglustøðir í Kairo standa í ljósum loga.
Samstundis vístu myndirnar, at løgreglan hevur brúkt táragass, og at myndugleikarnir hava sent hernaðarakfør inn í býirnar at steðga mótmælisfólkinum.