Tryggingar-samsýningar koma nú í tingið

Katrin Dahl Jakobsen, tingkvinna, fer mikudagin at seta Johan Dahl, landsstýrismanni, fyrispurning um samsýningar hjá Tryggingarfelagnum Føroyar

Eirikur Lindenskov

Tryggingar-samsýningar koma nú í tingið
Málið tær fýra milliónirnar, sum Gunnar í Liða fekk fyri at fara frá sum stjóri í Trygg­ing­ar­fel­ag­num Føroyar, og hækk­aðu samsýningarnar til nevnd­ar­lim­ir­nar, verður nú reist á tingi.
Mikudagin tá munnligir fyri­spurningar eru á skrá í Løg­ting­i­num, fer Katrin Dahl Jak­obsen at seta Johan Dahl lands­stýr­is­manni munn­lig­an fyr­i­spurning um viður­skift­ini við nevndarvali, val­bæri og sam­sýn­ing­um í Ogn­ar­fel­ag­num Tryggingartakaranna.
Eisini verður spurt um, hvønn leiklut Trygg­ing­ar­eft­ir­lit­ið og Tryggingarráðið hev­ur í slíkum málum, sum mugu sigast at verða av a­l­menn­um áhugað.
Í gjár sendi Javn­að­ar­flokk­uri­n út eina yvirlýsing, har floks­leiðslan harðliga á­talaði at fyrrverandi stjórin hev­ur fingið fýra milliónir krón­ur fyri at fara frá, og at nevnd­in hevur hækkað sína egnu samsýning munandi.