a. Peningurin verður fluttur á konto í peningastovninum. Eisini fer at bera til at brúka FR/VISA kort. Tað kann sjálvandi henda, at dekkini ikki eru á goymslu hjá veitaranum, men so fær kundin boð um hetta [...] bilurin verður avheintaður og koyrdur uppá pláss aftaná. Kundin sleppur sostatt undan at hugsa um at fáa bilin á verkstað og at skula heinta hann aftur. Vit selja øll tey kendu merkini, sum t.d. Michelin, Dunlop [...] í topp. Handilin verður dagførdur alla tíðina, soleiðis at nýggj dekk og nýggjar felgur vera at fáa við jøvnum millumbili. Eisini er ætlanin at hava aðrar vørur á skránni seinni, sigur Kári Holm Olsen
borgarstjóri í Sandavági, sigur, at tað búgva fast í 5000 fólk í hesum barnaverndarøkinum. At vit hava fingið so gott samstarv, ger fer at minka munandi um vandan fyri at limirnir í barnaverndini koma í [...] sosiala økinum. Hesi bæði fólkini koma so at manna umisitingina hjá barnaverndini. Leikluturin hjá limunum í barnaverndini verður so at viðgera tey ymsu málini og at taka avgerðir. Umsitingin skal fyrireika [...] Barnavernd Tað er nú greitt, at allar kommunurnar í vesturøkinum í Føroyum koma at samstarva um eina felags barnavernd. Tað gjørdust greitt fríggjadagin, tá ið allar kommunurnar í Vágum og Vestmanna- og
nú skipið at kalla er klárt at loysa. Manningin, sum verður við Jógvani Norði, verður at kalla hin sama, sum var við gamla skipinum, og í gjár og í dag var ætlanin at rigga til og gera klárt at loysa. Gongst [...] n var móttøka á Toftum í samband við, at nýggja línuskipið, Jógvan Norði, sum brøðurnir, Hákun og Jógvan Jacobsen hava keypt úr Grønlandi, kom á Toftir eftir, at skipið seinastu vikurnar hevur ligið í [...] móttøkuna, har umboð fyri eigararnar eisini høvdu orðið, varð boðið umborð at síggja skipið, sum er bæði rúmligari og størri at síggja til enn gamla skipið, sum sakk undan manningini fyri stívliga tveimum
til merkis, og tað vil siga, at feløg, sum kanska eiga fleiri pengar enn Fremad Amager, eru áhugað í at knýta spælarar hjá Fremad Amager at sær. Fyrst í vikuni var greitt, at toppskjúttin og álopsfelagin [...] nýggjárinum av, men nú hevur Vejle lagt so mikið av pengum á borðið, at teir i Fremad Amager hildu tað ikki vera ráðiligt at seta seg ímóti, at hann nú beinanvegin flutti til Jyllands. 24 ára gamli og 196 cm [...] kemur í mans stað, plagar at verða tikið til, og soleiðis er tað eisini í hesum førinum. Andrew hevur havt tveir kappingarneytar til álopsplássini, og tað fer hann eisini at hava í framtíðini. Fremad Amager
greiður og støðufastur, og altíð fúsur at hjálpa til bæði í kirkju og øðrum samanhangi. Bæði at ringja fyri og lesa fyri pápan, tá honum barst frá. Fyri síðan at lesa fast frá 1986-1987, til hann nú andaðist [...] Trúfastur, álítandi og reinmeintur, og havi eg alt gott at bera honum og teirra húski. Undarligt í dag at ganga fram við og eingin Eivind. Tey høvdu glett seg at fara til Noregs í brúdleyp hjá abba- og ommudóttrini [...] Hóast heilsan var farin at bila, so hevði hann tað hampuliga gott. Gjørdi tað sum hann var vanur sum ein góðir húsfaðir. Og ikki at gloyma seyðin, sum hann hevði stóra umsorgan fyri. Kenst høvdu vit frá
onnur, sum leygardagin valdu at leggja leiðina framvið Kommunuskúlanum fyri at fylgja eitt sindur við í kappingini. Allan dagin vóru nógvir áskoðarar, tað skerst ikki burtur, at tað serliga ein maður, ið [...] bátinum. Kappingin leygardagin var stak væleydað, og tað er einki at ivast í, at róðrarfólkið fegið vil hava slíka kapping á hvørjum ári, og at talan gerst um eitt alment føroyameistaraskap. Undirtøkan og áhugin [...] áhugin annars leygardagin hava óivað eisini gjørt sítt til, at fyrireikararnir helst fara at umhugsa at skipa fyri eini slíkari kapping aftur næsta ár.
Nógv ferðslan Tað man vera uppá hægstu tíð, at ein nú er farin undir at lætta um innkoyringina til Havnar. Ein teljing av ferðsluni, sum varð gjørd í 2003 vísir, at nærum 8000 bilar koyra eftir hesum vega [...] -At verða ein avlasting fyri Hvítanesvegin. Tað er í øllum førum ætlanin við hesum nýggja innkomuvegnum til Havnar, sum arbeitt verður uppá í løtuni. Arbeiðið gongur væl, men enn ber illa til at siga við [...] um dagin. Og neyvan er talið av bilum minkað síðani tá. Júst fyri at avlasta verandi innkomuveg ? Hvítanesvegin - er ein tí farin undir at leggja henda nýggja innkomuvegin til Havnar. Hesin verður gjørdur
endaðu við at renna bilin inn í ein garð Undir Klakki. Somu nátt varð eldur varð settur á ein vørubil, sum stóð parkeraður við Klaksvíksvegin, og eldurin var so umfatandi, at vandi var fyri at hann skuldi [...] privathúsum, og umborð á Ternuni var ein VHF'ur stolin. Rokna við at uppklára málið ? Vit hava góð spor at ganga eftir í málunum, og vit halda, at tað eru somu fólkini, sum hava framt øll lógarbrotini. Vit vita [...] Klaksvík hevur havt úr at gera hesa vikuna. Tað var óvanliga ófriðarligt í býnum týsnáttina og mikukvøldið, og nógv mál um herverk, stuldur og eldáseting skulu uppklárast. ? Vit hava havt úr at gera alla hesa
stuttum viðtali við Sosialin, at við New Zealand er nógvur fiskur av slagnum "hoki" at fáa. - Vit hava fleiri bátar, men okkum vantar fólk at manna teir. Tí royna vit at fáa føroyingar umborð ístaðin, [...] okkara. Eitt er so tað, at grannatjóðir okkara vita hetta, men at hesin kunnleikin er komin allan vegin niður til New Zealands er ótrúligt. Í øllum førum ynskir reiðarí?ið Amaltal at fáa føroyskar fiskimenn [...] hesum royna teir at hava einar 15 kvinnur umborð. Góðar treytir Tá ein skal ferðast so langt sum til New Zealand so kostar tað væl av peningi. Men reiðarí?ið bjóðar her teimum áhugaðu at gjalda fyri ferðina
land finnur eitt listafólk at myndprýða sínar søgur. Sum nevnt komu so nógvar frálíkar søgur inn, at Bókadeildin ætlar at geva út eitt savn til ung og annars øll, ið hava hug at lesa spennandi søgur. Í næstum [...] Fyrst í desember skrivaði Bókadeild Føroya Lærarafelags út kapping um at skriva spøkilsissøgu til 9-12 ára gomul børn. Endamálið er at vera við í stórari norðurlendskari bókaútgávu við nýggjum spøkilsissøgum [...] Lærarafelags fegnast um stóru undirtøkuna. Nógvar søgur eru góðar, so tað var ikki lætt at velja burturúr. Men havandi í huga, at søgurnar eru ætlaðar 9-12 ára gomlum børnum, máttu fleiri sáldast burturfrá, tí