ÚTISETAFELAG
Tað hevur sum heild gingið væl hjá Andrew av Fløtum og Fremad Amager tað, sum er farið av hesum kappingarárinum. Tað hava onnur feløg eisini lagt til merkis, og tað vil siga, at feløg, sum kanska eiga fleiri pengar enn Fremad Amager, eru áhugað í at knýta spælarar hjá Fremad Amager at sær.
Fyrst í vikuni var greitt, at toppskjúttin og álopsfelagin hjá Andrew av Fløtum, Henrik Toft, sum hevur verið hálvt annað ár í Fremad Amager, nú beinanvegin fer til Vejle, sum Fremad Amager síðsta vikuskifti vann móti á heimavølli. Vejle hevur stóran ætlanir um at endurvinna plássið í bestu deildini, men fyrstu umførini í hesum kappingarárinum hevur tað ikki hilnast nakað serligt hjá teimum í næstbestu deildini.
Álopsspælarin hevði skrivað undir sáttmála við Vejle frá nýggjárinum av, men nú hevur Vejle lagt so mikið av pengum á borðið, at teir i Fremad Amager hildu tað ikki vera ráðiligt at seta seg ímóti, at hann nú beinanvegin flutti til Jyllands. 24 ára gamli og 196 cm høgi Henrik Toft hevur spælt 50 dystir og skorað 19 mál fyri Fremad Amager. Í teimum fyrstu sjey umførunum í hesum kappingarárinum hevur hann skorað sjey mál.
Maður kemur í mans stað, plagar at verða tikið til, og soleiðis er tað eisini í hesum førinum. Andrew hevur havt tveir kappingarneytar til álopsplássini, og tað fer hann eisini at hava í framtíðini. Fremad Amager hevur skrivað undir sáttmála við Martin Skov, sum tvey tey seinastu árini hevur spælt við Amager United, sum er seriulið. Har hevur hann í 70 dystum skorað 82 mál!
Nýggi álopsspælarin er ikki ókendur í Fremad Amager. Har spældi hann í 2003, og tá varð hann skrásettur fyri at hava skorað trý mál.
Fremad Amager skal í 8. umfarinum í næstbestu deildini spæla á útivølli móti Brønshøj. Dysturin verður seinnapartin leygardagin á Tingbjerg stadion í Keypmannahavn.